4. Statsmaktin og SEV

Nú hevur privata og sjónvarps pressan sett sær fyri at síggja blóð í elfelagnum SEV. Sjónvarpið við insinuerandi tíðindum, og Dimmalætting glaðbeintir aftaná, fyri at fáa sølutølini upp.

Pressan kallar seg 4. statsmaktin, ið skal eftiransa, at alt gongur rætt fyri seg. Jú, jú, men ein makt, krevur eisini eina ábyrgd. Ábyrgin er at lýsa málini rætt og væl. Hetta meini eg ikki at pressan hevur gjørt.
Hví skal SEV eiga el-útbúnaðin í Vágatunlinum?
Eigur SEV el-útbúnaðin í Kolfjarðatunlinum? Eigur SEV útbúnaðin í Leirvíkstunlinum?
Um Landsverkfrøðingurin skal gera Norðoyatunnilin, hvør skal so eiga el-útbúnaðin?
Eg meini, at SEV hevur veitiskyldu til orku í øllum Føroyum, eisini til Klosterboer, ið er ein útlendsk fyritøka, ið kemur til Føroya, tað skuldi verið álagt eini útliskari fyritøku, at skaffa streym sjálvir.
Hví fer pressan ikki og kannar hesar spurningar, og gevur fólki svar?
Herfyri var stóra vatnorkuútbyggingin í Eysturoynni liðug, tað stóð ein lítil greinastubbi á baksíðuni á Sosialinum, at nú var hetta liðugt, og ein á fór niður í eitt hol. Um hetta var í einum av grannalondunum, so var stór frágreiðing, um størsta verkfrøðiarbeiði í landsins søgu, men nei, 4. statsmaktin svevur.
Eg minnist, tá SEV keypti umsitingarbygning-in, vit vóru uppringdir á teknistovuni av pressuni, at meta um hvat bygningurin var verdur. Vit roknaðu, og komu til úrslitið, at tað var eitt gott keyp, tá hugsað var um innbúgv og annað fylgdi við, og at bygningurin var í góðum standi. Tá var blaðmaðurin firtin og segði, at tað var ikki tað hann bað um.
Eg meini at pressan skyldar okkum eina gjølla frágreiðing um elveiting til Vágatunnilin, heldur enn at pressan stillar seg upp í poilitiska heppikórið um at síggja blóð.