4 x feðgar á flogbóltslandsliðnum

At vera knáur flogbóltsleikari gongur í arv

Mynd: Flogbóltsamband Føroya

Mynd: Flogbóltsamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya skrivar soleiðis á facebooksíðu teirra: 

 

"Feðgar á ferð" í flogbólti. Tey, sum fylgja eitt sindur við í ítróttaheiminum, vita, at smálandakapping í flogbólti er í Føroyum í hesum døgum. Luttakandi londini eru Ísland, Skotland, San Marino og Føroyar. Hesum smálandakappingum hava fleiri kend føroysk flogbóltsnøvn verið partur av. Myndin niðanfyri er tikin av fýra feðgum. Felags fyri hesar er, at teir hava luttikið í hesi somu kapping saman - páparnir og nú synirnir. Orðafellið sigur: Sum faðir, so sonur...

 

Frá vinstru eru teir (faðir/sonur) Trygvi Hoydal Poulsen/Símun Hoydal Poulsen; Klæmint Isaksen/Matias Nolsøe Isaksen; Jan Hentze/Dávið Ryan (fyrr Hentze); Anfinn Joensen/Bjarni Joensen.

 

Mynd: Flogbóltsamband Føroya

Mynd: Flogbóltsamband Føroya