Flutningsflogfør hjá donsku verjuni sleptu neyðhjálp yvir Gaza

Eitt flogfar hjá donsku verjuni slepti neyðhjálp yvir Gaza úr luftini í dag.

Tað skrivar danska verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

 

Eitt flogfar hjá donsku verjuni slepti neyðhjálp til Gaza úr luftini í dag.

Tiltakið eydnaðist væl, skrivar danska verjumálaráðið í tíðindaskrivi.

– Eg fegnist um, at Danmark stuðlar humanitera átakinum í Gaza. Fyri tey á staðnum ger hvør kassi við hjálparhjálp mun, og eg eri errin av, at dugnaligu starvsfólkini hjá donsku verjuni eru til reiðar við stuttari freist og stuðla, tá tørvur er á tí, sigur Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri.