1. oktober. Remigius, deyður í 533. Galliskur aðalsmaður, sum longu 22 ára gamal varð valdur til biskup í Reims. Hann kristnaði merovingarakongin Klovis í 496. Remigius doyði 96 ára gamal. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Um hendan dagin kunnu vit siga:
1880: Farið verður undir at framleiða elektrisku peruna í »The Edison Lamp Works« í New Jersey.
1884: Danska dagblaðið Politiken kemur út fyri fyrstu ferð.
1908: Tann fyrsti Ford T verður framleiddur í Detroit. Heimins mest populeri bilur fram til Fólkavognin.
1973: Lógin um fría fosturtøku kemur í gildi í Danmark.
1988: Danska TV2 sendir á fyrsta sinni.
1988: Fyri fyrstu ferð í heimssøguni verður homoseksuel brúðarvígsla, tá tveir menn giftast á Københavns Rådhus.
2008: 25 oyrað kann ikki nýtast longur.
Og í dag fyllir fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter, 89 ár. Hann var tann 39. forsetin í USA frá 1977-81.