Væl kendi havnarmaðurin Heri Nolsøe, sum er í starvi í høvuðssæti Sparikassans í Havn, hevur í hesum døgum starvast 40 ár í Føroya Sparikassa. Í tí sambandi hevur móttøka verið í høvuðssætinum Yviri við Strond, og nógv nýttu høvið at heilsa upp á Hera og familjuna, sum sjálvsagt eisini var við til hátíðarhaldið.
Mennandi og avbjóðandi
Tað hevur verið avbjóðandi og mennandi at arbeitt í Sparikassanum hesi mongu árini. Tað hevur verið áhugavert at samstarva við nógvum áhugaverdum persónum, ikki minst hevur tað verið spennandi at samstarva við ELEKTRON og starvsfólkið har, segði Heri Nolsøe m.a. í røðuni, hann helt fyri gestunum.
Heri Nolsøe var eitt langt skifti KT-leiðari í Sparikassanum, og tað hevur givið honum nógvar góðar upplivingar og royndir.
Eg havi haft høvi og tann framíhjárætt at vitja í nógvum londum og nógvum peningastovnum uttanlands - líka frá Grønlandsbankanum í Nuuk í minus 55 gradum til RABO Bank í Hollandi við fullkomnum reindyrkaðum sjálvsgreiðslukonsepti og als ongum starvsfólkum, mannleys á starvsfólkasíðuni, greiddi hann frá.
Ein stór familja
Tá Heri Nolsøe fyri 40 árum síðani byrjaði í Føroya Sparikassa, arbeiddi hann í gróthúsinum í miðbýinum. Tá vóru 12 fólk í Sparikassanum.
Hetta var sum ein stór familja. Fólkatalið í Føroyum var nakað tað sama, sum í dag. Vit høvdu um 35.000 konti, og vit veittu føroyingum tær tænastur, vit høvdu tá.
Í 1966 var alt skrivað við hond í Sparikassanum. Hvørja ferð, ein kundi var inni, vórðu stórar bøkur við kontokortum í slongdar uppá ein skrivipult. Upphæddin varð førd inn í sparikassabókina við tveimum undirskriftum, og samstundis varð kontoblaðið dagført í hesum stóru bókum. Rentan var útroknað, og dagin eftir varð sama bókin aftur slongd uppá skrivipultin og rentusaldo regulerað.
Tvær kollveltingar
Eg fekk um endan á gomlu tíðini. Í 1967 vóru bókingarnar umvegis holkort skrásettar elektroniskt á Elektron og dagførd kontokort vóru nú elektroniskt útskrivaði dagin eftir, segði Heri, sum eisini greiddi frá, hvussu tað var, tá fyrsti PCarin kom í húsið 1. januar 1985:
Tá var alt á gosi. Hetta var eitt heilt Elektron í miniformati inni í Sparikassanum við skermi, diski, RAM og ROM, tekstviðgerð, rokniarki og databasa. Forritast kundi harafturat lokalt til miðilin. Ein sjálvfylgja í dag men kollvelting tá.
Líka kollveltandi var tað at fara yvir til on-line skipanina, sum í veruleikanum flutti Sparikassan og hinar peningastovnarnar fram í nýmótans tøkni.
Góður starvsfelagi
Á móttøkuni vísti Bjarni Olsen, stjóri, á, at Heri Nolsøe hevur nakrar eginleikar, sum eru komnir Sparikassanum til góðar.
Tú hevur verið við í allari KT-menningini, sum Sparikassin hevur verið ígjøgnum. Og tað má sigast at vera einastandandi, at tú hevur megnað at fylgt við øll hesi árini. Tað haldi eg er flott klárað. Tú hevur verið við til at tryggja, at KT í Sparikassanum er á einum høgum støði, segði Bjarni Olsen, ið annars legði dent á, at Heri Nolsøe er kendur sum ein góður starvsfelagi, friðarligur og hampuligur og við einum góðum humorisktiskum sansi.
Heri Nolsøe er væl kendur millum føroyingar. Hann hevur leingi sýnt síni evni innan tónlistina, og hann er ein av okkara góðu tónasmiðum og yrkjarum. Sum ungur var Heri Nolsøe ein sannur fótbóltsúrmælingur bæði á besta liðinum hjá Havnar Bóltfelag og á landsliðinum. Lítið er at siga til, at Heriu Nolsøe í dag telist millum hollastu HB-stuðlar.