40 deyð í kulda í Eysturevropa

Tað hevur verið sera kalt nógvastaðni í Eysturevropa um vikuskiftið, og veðurmenninir siga, at tað verður kaldari enn. Í Ukraina er kuldin komin niður ímóti 30 stigum, og myndugleikarnir siga, at tann nógvi kuldin kravt í minsta lagi 18 mannalív.

Í Póllandi eru minst 10 fólk deyð. Har hevur tað fryst 27 stig, har tað hevur verið kaldast. Í Bulgaria eru minst fimm fólk deyð, og í Serbia vita myndugleikarnir um trý fólk, sum eru deyð í tí nógva kuldanum, sum eisini hevur gjørt um seg har. Eisini í Baltalondunum er kalt, og í Litava eru trý fólk funnin deyð.

Kuldin fer at breiða seg vestur til Danmarkar seinni í vikuni, og veðurmenninir siga, at um náttina kann tað frysta 15 stig ella kanska meiri.