Um eini fimtan ár verða ímillum 30 og 40 milliónir gamlir dreingir í Kina. Tað er framtíðarspádómurin hjá Li Weixiong, sum er næstformaður í teirri serligu kinesisku fólkatalsnevndini.
Orsøkin til trupulleikarnar er tann umstríddi politikkurin hjá myndugleikunum, sum bert loyvir familjum at fáa sær eitt barn. Úrslitið er vorðið, at kvinnur, sum ganga við gentubørnum, velja fosturtøku, tí tað sambært gomlum siði er betri at fáa ein drong.
Li Weixiong sigur við tíðindastovuna Reuters, at fyri tjúgu árum síðani var býtið ímillum nýføddar dreingir og gentur í Kina tað sama sum aðrastaðni. Fyri hvørjar 100 gentur vóru 108 dreingir. Men í 2000 var lutfallið broytt til 117 dreingir fyri hvørjar 100 dreingir , og í landspørtunum Hainan og Guangdong har suðuri í landinum vóru 130 dreingir fyri hvørjar 100 gentur.
Li ivast ikki í, at trupulleikin er ein hóttan ímóti einum vælvirkandi samfelag.
-Tann stóri munurin fer at órógva tann náttúrliga fólkavøksturin, og hann fer eisini at elva til sosialar trupulleikar og kriminalitet so sum kvinnurán og skøkjulevnað, sigur Li Weixiong.
Handil og rán
Handil við kvinnum og børnum er longu ein stórur trupulleiki í Kina. Sambært teimum almennu tølunum fann løgreglan 42.000 burturfluttar kvinnur og børn í 2001 og 2002, men eygleiðarar siga, at hetta er bara toppurin á ísfjallinum. Tær flestu kvinnurnar verða seldar sínum komandi monnum ella skøkjuhúsum, og burturfluttir dreingir verða ofta seldir barnleysum hjúnum.
Orsøkin til, at fólk vilja heldur hava ein son enn eina dóttur, er tann vanliga hugsanin, at ein drongur er betur førur fyri at hjálpa foreldrunum, tá tey verða gomul. Harafturat kunnu dreingirnir tryggja framtíðina hjá ættini. Tað er ikki galdandi fyri gentur, tí tá tær giftast, verða tær partur av ættini hjá manninum.
Fyri nøkrum árum síðani settu kinesisku myndugleikarnir forboð fyri at avdúka, hvørt kvinnur gingu við gentu ella dreingi, og nú mælir Li Weixiong myndugleikunum til at herða lógina um fosturtøku. Samstundis royna myndugleikarnir við ymsum átøkum at sannføra fólk um, at gentur eru líka góðar sum dreingir.
"Horvnar" gentur
Lou Binbin, professari, heldur ikki, at politikkurin við einum barni fyri hvørt húskið er tann einasta orsøkin til trupulleikarnar.
-Í summum pørtum av landinum ansa foreldrini ikki so væl eftir gentunum sum eftir dreingjunum, og tí doyggja fleiri gentur enn dreingir, sigur hon.
Professarin sigur, at í summum pørtum av landinum er tað elligamal siður at koyra eina gentu út í skógin, so hon skal doyggja har, og Lou Binbin heldur seg hava sæð tekin til, at hesin siðurin er komin framaftur.
Sambært professaranum eru 12 milliónir gentur horvnar í Kina. Tað snýr seg um gentur, sum skuldu verið føddar, ella sum eru føddar, men ikki skrásettar, soleiðis at foreldrini kunnu royna at fáa ein son.