402 familjur søkt um jólahjálp

Tá freistin um at søkja um jólahjálp frá Í menniskjum góður tokki var úti í gjár, vóru tað 402 familjur við 799 børnum, ið høvdu søkt um jólahjálp.


Tað er Barnabati, ið stendur fyri Í menniskjum góður tokki. Leiðarin fyri Barnabata, Djóni Eidesgaard, upplýsir, at nú verður farið undir at meta um tørvin á hjálp.


- Tað tykjast at vera fleiri barnafamiljur, ið hava tørv á hjálp í ár. Nú hyggja vit at umsóknunum fyri at fáa eina mynd av hvat tørvurin er. Tað verður møguliga neyðugt at justera eitt sindur á upphæddirnar, so hvør familja og barn fær sum mest møguligt burturúr.


- Vanliga er tað so, at tær familjurnar, ið søkja um hjálp, hava millum 300 og 600 krónur eftir skatt og fastar útreiðslur at keypa mat, klæðir, blæur og annað fyri. So tey hava tørv á allari hjálp, ið tey kunnu fáa.


Um nakar ynskir at stuðla fíggjarligu sperdu familjunum, so ber til at flyta eina upphædd á eina av hesum kontum.


9181 – 998.389.0
6460 – 995.133.6
9870 – 988.447.6
9865 – 988.804.1