4,05 milliónir meiri í skatti í Vágum

Eisini í Vestmanna og í Kvívík var skattainntøkan størri í fjør, enn hon var tað í fyrraárið

Tær báðar kommunurnar í Vágum fingu meiri inn í skatti í fjør, enn tær fingu árið frammanundan. Til saman var meirinntøkan hjá Vága og Sørvágs kommunum 4,05 milliónir krónur. Í Vága kommunu var meirinntøkan 2.582.808 krónur, sum svarar til 4,57 prosent vøkstur, og í Sørvágs kommunu var meirinntøkan 1.472.163 krónur, sum svarar til ein vøkstur upp á 4,68 prosent.

Fyribilstølini siga, at samlaða skattainntøkan í Vága kommunu í 2013 var 59.143.826 krónur, og at samlaða skattainntøkan í Sørvágs kommunu var 32.956.166 krónur.

Í Sørvágs kommunu var kommunuskattaprosentið tað sama bæði í 2012 og 2013 – 21,0. Í Vága kommunu, har tey eru í holtur við at byggja nýggjan skúla, var skattaprosentið 22,5 í 2012 og 23,0 í 2013.

Eisini í Vestmanna kommunu og Kvívíkar kommunu vóru skattainntøkurnar størri í 2013 enn í 2012, um enn lutfalsligi vøksturin ikki var heilt so stórur, sum hann var tað vestanfyri Vestmannasund.

Fyribilstølini siga, at vøksturin í Vestmanna var 3,25 prosent ella 1,1 millón krónur. Skattainntøkan í Vestmanna var 34.944.802 krónur.

Fyribils tølini siga, at vøksturin í Kvívíkar kommunu var 1,73 prosent ella 303.966 krónur. Skattainntøkan í Kvívík var 17.882.493 krónur.

Bæði í Vestmanna og Kvívík var sama skattaprosent í 2012 og 2013. Í Vestmanna var tað 23,0, og í Kvívík var tað 21,0.