42 milliónir til vinnuframa

Føroyskar fyritøkur fara um stutta tíð at kunna søkja um stuðul úr einum nýggju vinnuframagrunni, sum hevur 42 milliónir krónur at býta út til fyritøkur við einum góðum hugskoti

 

Nýggi vinnuframagrunnurin, sum Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, ætlar er at seta á stovn, skal avloysa Ídnaðargrunnin, Menningargrunnin og tríggjar aðrar almennar grunnar. Pengarnir úr hesum grunnunum skulu flytast yvir í nýggja Vinnuframagrunnin, sum sostatt fær 42,5 milliónir krónur at arbeiða við.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at stovna Vinnuframagrunnin og taka av fimm aðrar grunnar. Umframt Ídnaðargrunnin og Menningargrunnin er talan um Grunn Ferðavinnunar, Grunnin til ídnaðarfremjandi enamál og ábyrgdargrunnin.

Vinnuframagrunnurin skal stuðla tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan. Í lógini fyri grunnin stendur, at fyritøkur kunnu fáa stuðul til tiltøk, sum við framtíðini í huga betra um kappingarevnini ella økja um altjóðageringina hjá fyritøkunum.

Landsstýrismaðurin hevur eisini møguleika at gera av, at nøkur ávís øki eiga at verða stuðlaði. Talan kann millum annað gerast um bioteknologi, kunningatøkni og ferðavinnu. Virksemi í samband við oljuvinnuna verður eisini nevnt í viðmerkingunum til lógaruppskotið. Grunnurin kann stuðla bæði vørum og tænastum, sum ein ein fyritøka ætlar sær undir, og grunnurin skal stuðla uppundir granskingar- og kanningarvirksemið í vinnufyritøkum.

Bjarni Djurholm heldur, at meira fæst fyri pengarnar, um ein grunnur kemur í staðin fyri teir fimm grunnarnar, sum ætlanin er at taka av. Og við at leggja pengarnar úr hinum fimm grunnunum yvir í nýggja grunnin, fæst eisini ein fíggjarliga sterkur grunnur.

Løgtingið skal viðgera uppskotið um Vinnuframagrunnin fríggjadagin.