45 ár á Fossáverkinum

Mánadagin 6. juni hevði Kári Nielsen verið í starvi hjá SEV á Fossáverkinum í Vestmanna í 45 ár. Hann byrjaði 19 ára gamal sum vanligur arbeiðsmaður, men fór seinni at ganga á vakt

Hann kennir hvønn krók á Fossáverkinum hjá SEV í Vestmanna, har hann hevur starvast í 45 ár.
6. juni 1960 fór Kári Nielsen, 19 ára gamal, til arbeiðis hjá SEV á Fossáverkinum í Vestmanna, sum varð alment tikið í nýtslu seks ár frammanundan, 5. mai 1954.
Arbeiðslívið hjá Kára byrjaði kortini, tá hann 15 ára gamal fór at vera ørindadrongur í handlinum hjá Niels Winther Olsen í Vestmanna, vanliga nevndur Niels hjá John. Eftir at hava verið ørindadrongur í 13 mánaðir fór Kári at sigla við fyrsta Bliki hjá Skipafelagnum, har hann var í umleið trý ár, til hann fór á Fossáverkið.
Hansara fyrsti arbeiðsgevari, Niels Winther Olsen, sum var systkinabarn gamla SEV-stjóran, Hjalgrím Winther, vísti SEV-stjóranum á Kára, tá hann leitaði eftir arbeiðsmanni til lutfalsliga nýggja Fossáverkið.
Kári byrjaði sum vanligur arbeiðsmaður og gjørdi alt fyrifallandi arbeiði á verkinum og rundan um verkið. Nógv varð og verður framvegis gjørt burturúr at halda verkið reint.
Tá ið Kári byrjaði vóru tveir maskinmeistarar í føstum starvi á Fossáverkinum. Tað vóru verkmeistarin, Gustav Poul Kaiser og Jógvan Petersen. Teir gingu á vakt og ansaðu turbinunum. Kári fekk áhuga fyri teirra arbeiði, og teir lærdu hann at seta turbinurnar í gongd. Hann lærdi sum frá leið meira og meira, og seinni var hann frítíðaravloysari fyri hinar.
Maskinmenninir búðu nærhendis Fossáverkinum, so fyrstu árini vóru ongar náttarvaktir, men tá SEV avgjørdi at hava fólk á verkinum um náttina eisini, eftir at elnetið var meira útbygt, fekk Kári fastar vaktir á verkinum.
Fossáverkið hevur altíð havt ein stóran leiklut í føroyska elkervinum. Verkið samskipar framleiðsluna á meginøkinum og gevur t.d. hinum verkunum boð um, nær og hvussu nógv tey skulu framleiða fyri at nøkta streymtørvin.
Kári hevur verið á vakt manga illveðursnáttina, tá alt slóknaði, og neyðugt varð at senda menn á fjøllini. Men seinastu 20 árini er nógv broytt, og streymslitini eru munandi færri í dag, tí elnetið er tryggari. T.d. er stórur partur av netinum kaðallagdur.
Kári hevur eisini verið á vakt á Fossáverkinum, tá onnur hava havt frí. Hann hevur hesi 45 árini mangan hildið jólaftan, páskadagar og hvítusunnudagar á verkinum.
Í sínum starvi á Fossáverkinum hevur Kári sæð nógvar broytingar fara fram í føroysku ravmagnssøguni. Hini verkini í Vestmanna, Heygaverkið og Mýruverkið, vórðu bygd í sekstiárunum. 60 kV linjan varð løgd úr Vestmanna til Havnar og Skálabotn í 1961. Sundsverkið varð bygt í sjeytiárunum, og í áttatiárunum varð farið undir vatnorkuna í Eysturoynni.
SEV verður 60 ár næsta ár, og Kári Nielsen hevur verið við tríggjar fjórðingar av tíðini, Elfelagið hevur á baki.

+ mynd