456 Lisbergarar á ættarstevnu í Trongisvági

   

24 juli 2004 var ein merkisdagur fyri eftirkomarnir hjá Daniel Johan og Elini Lisberg í Smiðjuni í Fámjin. Tá møttust vit nevniliga til ættarstevnu í Høllini í Trongisvági.
Fólk komu víðani frá. Flest vóru sjálvandi úr Føroyum, men nógv komu eisini úr Danmark og eisini kom onkur líka úr USA.
Stevnan byrjaði kl.16 har vit møttust og komu at kenna hvønnannan. Eisini varð høvi til at síggja familjumyndir, samstundis sum høvið eisini var til at síggja eina framsýning um Jens Olivur Lisberg. Jens Olivur Lisberg er helst er tann kendasti av okkum, og tí var tað áhugavert at síggja lutir, ið hann hevur átt, samstundis sum yrkingar, stuttsøgur og annað hann hevur gjørt, eisini var sýnt framm. Merkið var sjálvandi eisini við.
Eitt diasshow við myndum úr Fámjin stóð eisini og lýsti uppá veggin.
Seinni tóku vit felagsmyndir og kl. 19 fóru vit inn í eina vælskrýdda ítróttarhøll, har allir teir 456 Lisbergarnir hildu eina rimmarveitslu, við góðum mati, nógvum sangum undirhaldi og talum.
Seinni var so dansur og eisini var farið upp á gólv. Veitslan vardi til tann ljósa morgun og fólk hugnaðu sær óført.
Vit sum fyrireikaðu tiltakið, vóru sera fegin um, at fólk tóku so væl undir við tí og møtti so talsterk upp og hjálptu væl til við at pynta, prenta sangir, rudda o.a.. Vit fingu eisini góða hjálp frá fólkunum í høllini og frá Tvøroyrar Kommunu, og hetta eru vit takksom fyri.
Samanumtikið kunnu vit siga, at vit høvdu ein sera hendingarríkan og hugnaligan dag saman.
Sum nevnt tóku vit myndir av veitsluluttakar-unum. Eina felags mynd og so eisini myndir av teimum fimm greinunum hvør sær. Sum vituligt er, eru tað helst fleiri, ið ynskja at ogna sær hesar myndinar, og nú er møguleiki til tess.
Felagsmynd saman við einari av greinamyndunum kosta kr. 50. og ynskist felagsmynd og allar greinamyndinar, kosta hesar kr. 100.
Myndinar fáast við at flyta pengarnar á kontonr. 6460 1684924 í Føroya Banka. Viðmerk myndir.
Tey sum skrivaðu seg á myndalistan, mugu eisini flyta pengarnir á konto, áðrenn myndinar vera sendar.
Fyrireikararnir av ættarstevnuni hjá Lisbergarunum siga, at seinasta freist at biða um myndir er 15. oktober.