46 ferðamannaskip við 24.458 fólkum vitjaðu Havnina

Hjá Tórshavnar Havn eru tey væl nøgd við summarið

Tíðindaskriv frá Tórshavnar Havn:

 

Ein heilsan frá Tórshavnar havn og ein samanumtøka av ársins sesong við

ferðamannaskipum. 

Sesongin við ferðamannaskipum er av fyri árið í ár. 1.oktobur vitjaði síðsta

ferðamannaskipið, Hamburg, í Tórshavn og varð harvið sett punktum fyri hesa

sesongina.

Í alt vóru 46 vitjanir frá ferðamannaskipum við 24.458 ferðafólkum umborð í ár.

Nógv tey flestu skipini eru kendir gestir, sum hava vitjað áður. Summi av skipunum

vitjaðu enntá fleiri ferðir í ár. Átta skip vitjaðu fyri fyrstuferð.

- Árið í ár gekk júst soleiðis, sum vit høvdu vænta. 3 skip avlýstu teirra komu, og

tað er ikki nakað óvanligt, sigur stjórin fyri Tórshavnar havn, Hanus Mikkelsen.

Í maj mánaði valdi stóra ferðamannaskipið Borealis, við áleið 1000 ferðafólkum

umborð, at avlýsa teirra komu. Annars hava hinar avlýsingarnar verið orsaka veður.

Fyrstu skrásetingarnar í EPI dátugrunnin

Í februar mánaði gjørdist Tórshavnar havn limur í EPI – Environmental Port Index.

EPI er ein dátugrunnur, ið samlar tøl inn, ið siga nakað um umhvørvisdálking hjá

ferðamannaskipunum. Av teimum 46 komunum vóru 37 skip, sum skrásettu teirra dátur í skipanina. Júst skrásetingin í ár var sjálvboðin. Framyvir verður tó krav hjá skipum, ið koma til Havnar, at skráseta teirra dátur í EPI-dátugrunnin.

Úr skrásetingini hjá skipunum, fáa skipini eitt stigatal. Tess hægri tal, tess betri.

Miðaltalið fyri skrásetingina í ár er 36. Lægsta stigatal í ár er nýggju, meðan

hægsta er 91. Hjá havnum, sum vit vanliga samanbera okkum við, liggur talið

ímillum 40-47.

Útfrá stigatølunum hjá skipunum, ber eitt nú til at gera ávísar prís tillagingar.

-Endamálið við EPI er at eggja reiðaríum og starvsfólkum umborð, ið hava við

ferðamannaskipini at gera, at gerast meir tilvitaði um teirra ávirkan á umhvørvið.

Harvið eisini at gera neyðugar broytingar, sigur Hanus Mikkelsen.

Bókingar fyri ferðamannaskip liggja tvey til trý ár fram í tíðina. Hóast tað, verður

skipanin sett í gildi við sesong byrjan 2025. 

Serfrøðingar á gøtuni

Fyri at tryggja eina betri javnvág og uppliving ímillum búgvandi og vitjandi, hava

Tórshavnar havn og Visit Tórshavn í felag sett verkætlanarfólk í starv at taka sær

av at samskipa økið. Hetta hevur millum annað havt við sær, at ein nýggj skipan

varð sjósett í summar: Serfrøðingarnir í havnagøtum. Serfrøðingarnir eru

pensjónistar og onnur, ið hava gingið í havnagøtum og vegleitt, tá

ferðamannaskipini eru komin til Havnar.

- Vit vita frá bæði búgvandi, vitjandi og eisini handilsvinnuni, at serfrøðingarnir í

havnagøtum hava gjørt stóran mun. Tey vita eina rúgvu um Havnina og Føroyar og

kunnu skjótt vísa ferðafólkunum veg, tá ferðafólkini eitt nú spyrja eftir onkrari

ávísari vøru. Vit trúgva eisini at júst hesi fólkini, eru ein týdningarmikil brikkur í at

tryggja eina betri javnvág og uppliving ímillum búgvandi og vitjandi, sigur Hanus

Mikkelsen.

Ymiskt er hvør tørvurin er á Serfrøðingunum. Alt eftir hvussu nógv ferðafólk eru

umborð á ferðamannaskipunum. Tó bjóða Tórshavnar havn og Visit Tórshavn

øllum vælkomnum, sum hava hug at gerast partur av toyminum av Serfrøðingum í

havnagøtum.

Spennandi tíðir fyri framman

Í septembur í ár vóru umboð fyri seks føroyskar havnir á ráðstevnu fyri

ferðamannaskip í Malaga. Havnirnar høvdu felags bás undir nýggja samstarvinum

Cruise Faroe Islands. Ætlanin við hesum samstarvinum er at veita og fáa íblástur

frá hvørjum øðrum, eins og hetta er við til at skipa umstøðurnar fyri

ferðamannaskip í Føroyum. Júst hvat meir ítøkiligt spyrst burturúr hesum

samstarvinum, vil tíðin sjálvsagt vísa. Umboð fyri føroysku havnirnar undir Cruise

Faroe Islands, møtast við jøvnum millumbili.

Higartil er boðað frá 52 komum næsta ár. Væntað verður at eini 30.000 ferðafólk

koma at vitja Havnina. Fyrsta skip, ið vitjar komandi ár er Bolette, sum vitjar

30.apríl. Komandi ár verður væntandi seinastu ferð, at Tórshavnar havn tekur

ímóti ferðamannaskipum, uttan nakran veruligan terminal. Tí gongst sum ætlað, so

verður nýggi terminalurin, klárur til sesongina í 2026.

Tað ber til at síggja yvirlit yvir allar komurnar á heimasíðuni hjá Tórshavnar havn, harumframt ber til at síggja komur hjá Tórshavnar havn, Runavíkar havn, Elduvík

og Funning á heimasíðuni www.dokk.is.

Tórshavnar havn