Fólkatalið í Føroyum er nú komið upp um 49 túsund boðar Hagstovan frá.
- Eftir nýggjastu uppgerðini fyri 1. august 2015 er fólkatalið 49.179 fólk. Í 12 mánaðar skeiðinum 1. august 2014 til 1. august 2015 var burðaravlopið 229 og nettotilflytingin 310. Hetta gevur ein fólkavøkstur á 539, skrivar Hagstovan.
Gleðin kann tó vera stokkut. Uppgerðin er fram til 1. august, men júst august mánaði hevur vanliga fólkafráflyting við sær. August er jú mánaðurin, tá eitt stórt tal av ungdóm fer av landinum at nema sær útbúgving, og hetta hevur vanliga við sær, at fólkatalið minkar munandi.
- Men um so verður, at august 2015 verður áleið sum í 2014, so skuldi fólkatalið kunnað hildið seg oman fyri 49 tús., eisini tá tann stóri fráflytingarmánaðurin er farin afturum. Tí í fjør minkaði fólkatalið í august “bert” við 169. So eitt fólkatal á 49.179 tann 1. august í ár skuldi kunna klára at hildið sær um tey 49 túsund ella eitt vet omanfyri tað, eisini tá august mánaður er farin afturum, skrivar Hagstovan.