5%

TILFEINGISGJALD Endamálið við tilfeingisgjaldi skal vera at stýra rávøruna upp á land til føroysk fiskafólk at arbeiða ístaðin fyri at skapa arbeiði uttanlands

- Eitt tilfeingisgjald má undir ongum umstøðum bara verða ein turrgeldur skattur!
Tað staðfestir Tummas Araboð, fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin í fiskivinnumálum.
Hóast hann er gamal garði og er farin um tey sjeyti, er hann framvegis virkin í flokkinum og brúkar ofta høvi til at siga sína hugsan, tá ið flokkurin heldur fund.
Tað gjørdi hann eisini leygardagin, tá ið Javnaðarflokkurin staðfesti, at vit skulu hava tilfeingisgjald.
Hann staðfesti, at tíðin er farin frá, at rættindini til okkara tilfeingi verða útlutað ókeypis.
- Men vit mugu ikki detta í ta grøvina, at vit gera tilfeingisgjaldið til ein turrgeldan skatt.
Talan skal harafturímóti verða um eitt tilfeingisgjald, sum er treytað av, alt eftir, hvar skipini avreiða.
Vit hava tveir stórar trupulleikar í landinum. Annar trupulleikin er, at 1500 føroyingar ganga arbeiðsleysir og hin trupulleikin er, at landskassin hevur eitt undirskot upp á 400 milliónir.
- Endamálið við gjaldinum má tískil vera at stýra rávøruni til landið at skapa arbeiði.
Tað merkir, at tann, sum avreiðir til virkingar í Føroyum skal sleppa bíligt í tilfeingisgjaldið, sigur Tummas Arabo.
Talan kann verða um eitt tilfeingisgjald upp á eini 0,5%-1,0% í gjaldi fyri tilfeingi, sum verður avreitt í Føroyum og virkað á einum føroyskum virki og kanska 3% fyri fisk, sum fer óvirkaður av landinum.
Men tann, sum avreiðir uttanlands, skal rinda lutfalsliga nógv í tilfeingisgjaldi, kanska 5%.
Tummas Arabo vísti á, at tað er nógv av okkara tilfeingi er á útlendskum hondum og at tað ikki leggur nóg nógv eftir seg í Føroyum.
Og tað kann ikki vera meiningin at geva okkara tilfeingi burtur til útlendingar at fáa vinning burtur úr, heldur hann.
Les eisini greinina: Eg má royna at tosa Javnaðarflokkin til fornuft og greinina: Hendrik old má boyggja seg