5.000 fleiri lestrarpáss í Danmark

Koronakreppan hevur gjørt, at fleiri ætla sær at søkja útbúgving við skúlabyrjan eftir summarsteðgin

Í danska fólkatinginum er mann nú blivin samdur um, at 5.000 fleiri lesandi kunnu fáa bjóðað lestrarpláss aftaná summarsteðgin. Hetta skrivar DR.dk í dag.

Orsøkin til hetta er, at mann í koronakreppuni roknar við, at nógv fleiri enn vanligt fara at søkja inn á teir ymsu útbúgvingarstovnarnar í ár.

Talan er um 4.500 eyka pláss til útbúgvinga, sum kunnu stimbra tøkniliga menning, grøna umstilling og búskaparvøkstur. Haraftrat verða 500 eyka pláss til tær sokallaðu vælferðarútbúgvingarnar - hetta veri seg eitt nú sjúkrarøktarfrøðingar, pedagogar og lærarar.

Enn er ikki heilt greitt, hvussu nógv pláss verða eyka á teimum ymsu útbúgvingunum, men arbeitt verður við hesum.