5 milliónir - útreiðsla ella sparing?

    

Eru rationaliseringar stuttfreistaðar útreiðslur, ella langtíðar sparingar.
Eg sat við áhuga og lurtaði eftir tíðindasendingini kl. 18:30, týsdagin hin 16. desember 2003, har útvarpsmaðurin greiddi frá nýggju veljarakanningini. Framløgan varð áhugaverd, eins og samrøðurnar við ymisku floksformennirnar vóru tað. Men endin á tíðindasendingini varð - tíverri - mest at líkna einari gravartalu.
Útvarpsmaðurin bar fram, at um Føroya Javnaðarflokkur kom í eina komandi samgongu eftir valið, varð landskassin í vanda fyri at missa 5 milliónir eftir 3 ár, vísandi til uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um, at miðfyri-sitingin skal umskipast og tænastan til borgaran betrast.
Í uppskotinum verður lagt upp til at fremja tíðandi umskipanir innan miðfyrisitingina, herundir verður dentur lagdur á at minka talið av aðalráðum, soleiðis at vit framyvir koma at hava uml. 6 aðalráð - heldur enn tey 9, vit hava ídag - ið vit meta verða meira hóskandi til føroyska samfelagið.
Niðurstøðan hjá útvarpsmanninum var, at um ætlanin skal fremjast í verki, kemur tað at kosta skattgjaldaranum uml. 5 mió., tí at vit sostatt skulu verða 3 aðalstjórar fyri uttan, og at hesir skulu hava løn komandi 3 árini.
Sjálvandi skulu hesir 3 aðalstjórar hava løn í uppsagnartíðini - um ein tílík ætlan verður framd í verki - alt annað vildi verið ómenniskjaligt og beinleiðis í stríð við gjørdar arbeiðsmarknaðar-avtalur. Men tað er eintýðuga niðurstøðan um, at talan bert er um eina útreiðslu, ið fær meg at gera hesar viðmerkingar.
Øll, ið hava verið við til at fremja umskipanir - rationaliseringar - vita, at hesar upp á stutt sikt kunnu viðføra eina útreiðslu, men at tað ikki eigur at tálma einari leiðslu í at taka neyðug stig. Um rætti hugburður er til staðar, verða tílík tiltøk alloftast sett íverk, tí at hesi skulu síggjast yvir eitt longri tíðarskeið.
Um tíðarhorisonturin hjá útvarpsmanninum - í sama dømi - rakk longur enn 3 ár, vildi hann møguliga komið til ta niðurstøðu, at uppskotið hevði spart skattgjaldaranum somu 5 mió. yvir eitt 6 ára tíðarskeið. Hvussu stór verður sparingin, um tíðarhorisonturin gerst enn longur?
Eg eri sannførdur um, at tað er neyðugt at umskipa miðfyrisitingina, soleiðis at hon hóskar til føroysk viðurskifti, og er til fyri fólkið. Øll lond hava tað - í longdini - best við, at tað er eitt hóskandi lutfall millum almenna umsiting og framleiðandi partin av samfelagnum.
Annars vil eg nýta høvi at takka Útvarp Føroya fyri nógvar góðar tíðindasendingar.