Sum vanligt, var árligi Stórsteypadysturin í gjár eisini til frama fyri eitt vælgerandi endamál, og hesa ferð var tað felagsskapurin, KRIS, sum veitir teimum hjálp og vegleiðing, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Felagsskapurin hevur í ár 10 ár á baki.
Hesa ferð varð handanin av pengunum beint eftir dystin, og í tí sambandi var dagligi leiðarin og ráðgevin hjá KRIS, Gvøðbjørg West, komin at taka ímóti. Men tá Niels Nattestad, økisforseti hjá Lions Club í Føroyum, kunngjørdi upphæddina, var hon sjónliga ovfarin.
Niels Nattestad fortaldi, at góðar 38.000 krónur vóru komnar inn í sambandi við dystin, men at Lions Club rundaði upphæddina uppeftir, so KRIS fór at fáa 50.000 krónur.
Undanfarnu árini er ágóðin frá Stórsteypadystinum farin til verkætlanina »Tú hevur rætt« hjá Barnabata, Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn og ungdómsdeildina hjá Føroya Barnaheimi.