50 brúkarar ? 50 loysnir

Í morgin, 1. desember, fyllir Frítíðarheimið í Skrivaragøtu í Havn 25 ár. Hetta er annað av tveimum heimum av sínum slag í Føroyum, og verður dagurin eisini rættiliga hátíðarhildin

Frítíðarheimið. Eini blá hús við endan á Skrivaragøtu. Tey síggja út sum eini púra vanlig sethús. Tað eru tey eisini, men innanfyri hesar veggirnar er nógv meira enn tað er í einum vanligum sethúsum. Kalt er úti, og tá vit koma innar er kaffiroykur langt út í gongina. Og inni í stovuni standa karamellur, mandarinir og góðgæti á borðinum, og ein fær veruliga kensluna av, at jólini nærkast í stórum.
Kring borðið sita fýra kvinnur og bíða. Tvey starvsfólk, og tvær mammur. Og eru tær ógvuliga prátingarsamar, tá prátið fer í gongd um Frítíðarheimið, virksemi tess og ætlanirnar fyri í morgin dagin.
Tí í morgin er fyrsti sunnudagur í advent, og tá fyllir Frítíðarheimið í Skrivaragøtu 25 ár. Frítíðarheimið er ein samdøgurstovnur, har fólk, sum eru menningartarnað, kunnu koma til umlætting. Hetta er annað heimið av hesum slagi í Føroyum. Hitt er Dáin í Klaksvík.
? Heimið er ætlað, sum umlætting fyri foreldur, sum hava menningartarnað børn, sum búgva heima. Vit hava eini 50 brúkarar millum níggju og 80 ár, sigur Ingun Mohr Jacobsen, sum er leiðari á Frítíðarheiminum.
Av tí, at frítíðarheimið hevur so nógvar ymiskar brúkarar og bert fimm búpláss, er neyðugt at skipa brúkararnar í bólkar. Hetta verið seg eftir aldri, tí tað hóskar seg ikki, at hava brúkarar við alt ov stórum aldursmuni búgvandi saman.
? Vit býta tað upp soleiðis, at brúkararnir hóska saman. Tí tað ber ikki til at gera tað sama við børnunum, sum tú gert við teimum ungu ella við teimum vaksnu, greiðir Ingun frá.
? Brúkararnir hava eisini so nógv ymisk áhugamál, so vit royna at býta tað upp, sum tað passar best.
Krevja skipan
Tað er ymiskt, hvussu leingi teir ymsu brúkaranir eru á heiminum í senn. Nøkur eru bara ein dag, nøkur eru fastar dagar um vikuna og uppaftur onnur eru upp í fleiri mánaðar. Hetta kemst ofta av, at tað er okkurt serligt á vási, men tað mest vanliga er eitt tíðarskeið upp á eina viku ella eitt vikuskifti.
? Tá tannáringar eru á heiminum gera teir tað sama, sum aðrir tannáringar. Teir fara út at bowla, í biograf, út at eta ella hava vit diskotek í kjallaranum. Teimum dámar best at hava so fríar karmar sum møguligt, sigur Ingun, sum vísir á, at hetta er beint tað mótsatta av børnunum.
Børnini skulu nevniliga hava skipaðar karmar. Tey eru á heiminum fjórða hvørt vikuskifti, og tá verður tað sama gjørt hvørja ferð. Svomið verður í Kollafirði, tey fáa at eta, spæla úti í garðinum ella inni, út at ganga túr og so framvegis. Tí ógvuliga týdningarmikið er, at tey kenna seg trygg, og tað er lættast við fastari skipan.
Bólkarnir við vaksnum og eldri hava so uppaftur øðrvísi tørv. Teimum dámar best at verða í húsinum og gera okkurt handaligt ella spæla onkur spøl.
Eisini verður skipað fyri legum úti á bygd. Og um summarið er ein longri summarlega.
? Í fyrstuni vóru vit bara runt í Føroyum, men so byrjaðu vit so smátt at fara uttanlands. Fyrst var tað bara í londunum rundanum okkum, men so spakuliga, so hava vit førkað okkum longur og longur burtur. Seinasta ár vóru vit nevniliga á Malta,
Tey, sum fara við á summarlegu, skulu helst verða fylt eini 15 ár, og vera før fyri at klára seg so nøkunlunda sjálvi.
? Tað er alt eftir, hvørjum menningarstøði viðkomandi er á. Um hann als onki skilir, so nyttar ikki nógv hjá honum at fara uttanlands at ferðast.
Fyrr vóru foreldur og avvarðandi við, men nú er túrurin bert fyri brúkarar og starvsfólk.
? Tá vit eru uttanlands, so eru vit og keypa, útferðir, í tivoli, sommerland, sóla okkum og so framvegis. Júst sum øll onnur, sum ferðast.
Friðarligt er inni í dag. Tí í dag eru øll, sum búgva á Frítíðarheiminum á Verkstaðnum Vón ella í skúla. Frítíðarheimið hevur eitt fast pláss á Verkstaðnum Vón til brúkararnar. Tá tey búgvandi ikki ganga í skúla ella eru á Verkstaðnum Vón, verður skipað fyri ymiskum á og uttanfyri heimið.
Tørvurin stórur
Sum er nú, megnar Frítíðarheimið als ikki at nøkta tann stóra tørvin, sum er á umlætting. Grundirnar eru nógvar. Ein av teimum er, at plássini eru so fá, og brúkararnir nógvir.
? Foreldrini kunnu ikki fáa umlætting, tá tey vilja. Fyri at brúkararnir skulu fáa kvalitetstíð tá teir eru her, so mugu vit skipa arbeiðið, tí annars ber als ikki til. Vit eru her fyri foreldrini, men tað er torført at samskipa, tá vit bara hava fimm pláss, sigur Ingum Mohr Jacobsen.
Viðhvørt verða tey eisini noydd at hava dupult so nógvar brúkarar sum vanligt. Tá verður bussurin brúktur og nøkur eru á legu, meðan hini eru á heiminum.
? Tað besta hevði verið at fingið eitt umlættingarheim fyri børn og ung og eitt annað fyri vaksin og eldri ella ein stovn við fleiri deildum. Men rættast av øllum hevði verið, at ongin skuldi búð heima eftir, at tey vóru fylt 20 ár. Tá skuldu tey duga at klára seg sjálvi.
Ynskið er at fáa ein stovn til smærri børn. Børn við breki eru trupul at ansa, og serligar umstøður krevjast til teirra. Og fyri at nøkta tann akutta tørvin hava tey á frítíðarheiminum eisini eitt uppskot:
? Ein dadduskipan hevði verið eitt gott boð. Soleiðis, at fólk frá heiminum her fara út og ansa eftir børnum, um tørvur er á tí. Á henda hátt fáa børnini onkran, sum hevur útbúgving at ansa eftir teimum, og eisini eru tað fólk, tey longu kenna, heldur Ingun.
Tilsamans starvast 11 fólk á Frítíðarheiminum, og øll hava útbúgving, umframt fýra avloysarar. So Frítíðarheimið er sum so í eini hepnari støðu, tí tað eru fáir stovnar í landinum, sum bara hava útbúgvið fólk.
Slitnan buss
Í løtuni hevur Frítíðarheimið ein buss. Men hann er gamal og slitin, og tørvurin á einum nýggjum er ógvuliga stórur.
? Av tí, at man ikki fær játtan á fíggjarlógini til ein buss, so mugu vit sjálvi savna pening saman til ein. Vit liva í einum so nýmótans samfelag, og tað krevur, at tú hevur egið akfar. Harafturat, so hava summi brek, har tað ikki ber til hjá teimum at fara í ein vanligan buss, og summi eru ikki egnað til at ferðast við almennum flutningsførum, greiðir Ingun Mohr Jacobsen.
Men hóast arbeiðsumstøðurnar at tað kanska kann tykjast tungt á einum tílíkum heimi, so dámar starvsfólkunum væl.
? Okkum dámar væl, men tað krevur tilrættisleggjan. Tað eru so nógvir ymiskir brúkarar og ymiskir tørvir, og tað krevur av tær sum starvsfólk, at tú dugir at finna upp á. Tað eru 50 ymiskar loysnir til alt, ein til hvønn brúkara ? og tað er hetta, sum er ein avbjóðing, sigur Ingun.
? Tá tú hevur tilrættislagt tær arbeiðið, so gerst tað ikki strævið. Arbeiðið er áhugavert, tí tað er skiftandi. Tað eru so nógv ymiskt, og tað er júst tað, sum ger tað spennandi.
Ein kann siga, at útskiftingin á heiminum ikki er stór, men hóast tað, so verða starvsfólk skift út av og á. Tey »nýggjastu« hava arbeitt í heiminum í eitt ár, men av tí, at arbeiðið er spreitt millum so nógvar aldursbólkar, so tekur okkurt um ár til at veruliga seta teg inn í arbeiðið.
? Vit hava eisini fingið eitt nýtt ættarlið av foreldrum. Og tey krevja nakað heilt annað enn tey, sum hava havt barn sítt her í 25 ár, og tað ger eisini mun.
Hátíðarhald
Men í morgin rundar Frítíðarheimið so tey 25.
? Vit fara at hava nøkur tiltøk, har peningurin, sum kemur inn, fer til ein nýggjan buss til heimið, greiðir Ingun Mohr Jacobsen frá, sum leggur afturat, at tað eru foreldrini, sum hava lagt eitt megnar arbeiði í tiltøkini.
Byrjað verður í morgin á Verkstaðnum Vón. Tá verður tað Ælabogin, sum er eitt hornorkestur við menningartarnaðum, sum fer at leggja út. Tey fara at spæla tvey løg. Síðani verður kaffisøla við heimabakaðum køkum, uppboðssøla av málningum, sum menningartarnað hava málað, tombola, fiskibrunnur, lutaseðlasøla, hoppiborg og framsýning av fotomyndum frá frítíðarheiminum. Harumframt verður eisini ein sølubúð, sum verður kallað fyri »Rok-kjallarin«.
? Vit hava fingið allar vinningarnar til tombola og fiskibrunn. Harumframt hava vit fingið 40 stórar vinningar frá stovnum og fyritøkum til lutaseðlarnar, og fólk hava verið ótrúliga gávumild, sigur Jórun Dánjalsdóttir, sum er samskipari av tiltakinum.
Hetta er fyrsta tiltakið, skipað verður fyri, fyri at fáa pening til
bussin, og fyrireikararnir vóna, at nógv fólk koma at stuðla teimum.
? Um kvøldið verður veitsla fyri brúkarunum og avvarðandi, har M´as Blues Band fer at spæla til dans. Harumframt fara vit at kvøða og hugna okkum, greiðir Jórun frá.
Fyrireikararnir hava veruliga lagt eitt stórt arbeiði í at savna vinningar saman og fáa hetta tiltakið stáplað upp á beinini. Og nú eru tey klár. Nú bíða tey bara til fólk koma at stuðla.
Uttanfyri er bítandi kalt, og vindurin fer ígjøgnum mønu og merg. Men inni á Frítíðarheiminum er altíð heitt.