Eins og framsýnararnir, sum eru heili fimti í tali, koma úr øllum landinum, er eisini væntandi, at fólk úr øllum heraðshornum í Føroyum fara at leita sær á bústevnuna, Hús og innbúgv í Runavík.
Fyrireikararnir hava gjørt nógv burtur úr og lagt nógva orku í, at karmarnir rundan um bústevnuna verða teir allarbestu, ið hugsast kunnu.
Umframt ítróttarhøllina í Runavík, er eitt 500 fermetra stórt tjald leigað úr Danmark. Tjaldið verður sett upp við síðuna av ítróttarhøllini, soleiðis at framsýningarøkið verður væl størri enn 1000 fermetrar tilsamans.
Fólk úr Danmark eru komin higar at seta tjaldið upp saman við fólki úr lokala umhvørvinum. Gólv verður lagt í og ketlavirkið, Hógv í Søldarfirði, fer at syrgja fyri, at eisini tjaldið verður heitt og fjálgt hjá framsýnarum og vitjandi.
Fyrireikararnir vænta, at tað fer at taka ein ella tveir dagar at seta tjaldið upp.
Tað er Dekostovan í Havn, sum tekur sær av básunum, og tí er eingin ivi um, at framsýningarøkið verður professionelt ? úr enda í annan.
Áhugin fyri bústevnuni, Hús og Innbúgv, hevur verið so stórur, at fyrireikararnir eru ovfarnir.
Men líka so ovfarnir, teir eru av stóru undirtøkuni, eins fegnir eru teir í dag um, at allir tættir innan hús og innbúgv eru umboðaðir á bústevnuni.
- Vit vænta, at nógv fólk fara at leita sær til Runavíkar í vikuskiftinum, nú hetta er fyrsta stevnan av slíkum slagi í Føroyum, siga fyrireikararnir.
Bústevnan, Hús og Innbúgv, verður opin fríggjadagin frá kl. 14-20, leygardagin frá kl. 10-20 og sunnudagin frá kl. 14-20.
Tað verður borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Rodmundur Nielsen, sum setir stevnuna.