50 mió til orku sparing

Fólk í Grønlandi fáa nú møguleikar fyri at søkja um serlig lán, um tey ætla at umbyggja ella umvæla húsini ella í­búð­ina, so tey brúka minni orku.

Tað er Grøn­lands­bankin, sum kem­ur við tilboðnum. Bank­in hevur lænt 25 milliónir krónur frá Norð­ur­lendska Íløg­u­bank­a­num (NIB), og tá bank­in sjálvur leggur aðr­ar 25 milliónir krón­ur om­aná, hevur hann 50 mill­­iónir krónur til end­a­málið.

Peter Petersen, sum er stjóri í priv­at­kund­a­deild­ini hjá Grøn­lands­bank­a­num, sig­ur við grønlendska kring­varpið, at fólk kunnu læna upp til 200.000 krón­ur til ork­u­spar­andi um­­væl­ing ella um­bygging av húsu­num ella íbúðini. Tað er tó greitt, at øll hava ikki brúk fyri at læna 200.000 krónur, og tí vænt­ar bankin, at tær 50 mill­iónir krónurnar fara at røkka til millum 300 og 400 hús og í­búðir.

Tað serliga um­hvørvislánið hjá Grøn­lands­bankanum kann brúkast til eitt nú betri bjálving, nýtt oljufýr, fjarhitaskipan, vatnpumpur og sólar­hita.