50 ár síðani HM var í Svøríki

HM-endaspælið, sum fór fram í Svøríki fyri 50 árum síðani, verður av mongum skýrt at verða hitt síðsta idyliska, fólksliga heimsmeistaraskapið í fótbólti, áðrenn kommersialiseringin fekk ov stórt vald í fótbólti

Svenskarar hava við einum stórum nostalgiskum smíli minst aftur á dagarnar á sumri fyri hálvari øld síðani, tá teir vóru vertir fyri HM-endaspælinum í 1958. Í eygunum hjá mongum var HM-endaspælið í 1958 tað síðsta idyliska og fólksliga HM-endaspælið, áðrenn kommersialiseringin veruliga gjørdi innrás í heimsfótbóltin.

HM-dystir vórðu spældir í lutfalsliga smáum býum sum Uddevalle í Vestursvøríki, og í Sandviken í Eystursvøríki. Smádreingir sótu uppi í trøum og eygleiddu Garrincha, og hinar brassarnar, tá teir vístu síni kynstur fram undir venjing. Nógv áttu ikki sjónvarp tá, og fólk stúgvaðust frammanfyri handilsrútarnar hjá teimum, sum sýndu sjónvørp fram, fyri at síggja dystirnar.


Gekk framúr væl

Tað gekk framúr væl hjá Svøríki, bæði við at skipa fyri HM-endaspælinum og á leikvøllinum, svenska fótbóltslandsliðið vann silvur.

Svenska fótbóltssambandið hevði sett tann tá 50 ára gamla onglendingin, George Raynor í starv, fyri at kunna røkka einum góðum úrsliti á heimavølli. Raynor var kendur sum ein sera dugnaligur venjari tá, og hevði hann ført Svøríki til OL-gull í 1948. Í dystunum undan HM-endaspælinum í 1958 gekk ikki heilt eftir vild. Raynor eksperimenteraði nógv við liðnum, broytti taktikk frá dysti til dyst, og var svenski fótbóltsalmenningurin óttafullur um, hvussu tað mundi fara at ganga hjá teimum gulu og bláu.

Svenskarar vunnu fyrsta dystin í bólkaspælinum 3-0 á Mexico. Agne Simonson skeyt tvey mál, og Nils Liedholm, sum seinni eisini gjørdist ein venjaralegenda, skoraði uppá brotsspark.

Næsta dystin í bólkaspælinum vunnu sviar 2-1 á Ungarn, sum hevði havt heimsins besta fótbóltslið síðst í 1940-unum, og fyrst í 1950-unum. Kurt Hamrin skoraði bæði tey svensku málini, Tichy skoraði fyri Ungarn.

Sviar skuldu bara hava javnt ímóti Wales í síðsta dystinum í bólkaspælinum, og dysturin endaði 0-0. Walisarar fylgdu svium til fjórðingsfinaluna, og er hetta einasta ferðin, at Wales hevur tikið lut í einum endaspæli.

Í fjórðingsfinaluni vunnu sviar 2-0 á Sovjetsamveldinum. Kurt Hamrin og Agne Simonson skoraðu svensku málini.

Svenska tjóðin var nú á gosi, næsti dysturin var ímóti vesturtýsku heimsmeistarunum, og skuldi slagið standa á Ullevi Leikvøllinum í Göteborg. Schäfer legði Vesturtýskland á odda eftir 24 minuttirs spæl, men longu átta minuttir seinni hevði Lennart “Nacka” Skoglund javnað fyri Svøríki. Heilt ímóti dystarenda skoraðu Gunnar Gren og Kurt Hamrin fyri Svøríki. Alt Ullevi var á gosi, Svøríki var í sínari fyrstu HM-finalu nakrantíð, og týsku heimsmeistarnir máttu geva trónuna frá sær.


Komu í finaluna

Í finaluni møtti Svøríki Brasil, sum hevði spæl framúr væl í kappingini. Í hálvfinaluni vunnu brasiliumenn 5-2 á Fraklandi. Finalan á Råsunda Leikvøllinum í Stockholm byrjaði væl fyri heimaliðið. Tá fýra minuttir vóru spældir, hevði Nils Liedholm lagt Svøríki á odda, og heimafjøldin byrjaði at fáa stórar vónir. Svøríki var heimsmeistari í fimm minuttir. Í níggjunda minutti javnaði Vavá fyri Brasil, og 23 minuttir seinni legði hann Brasil á odda 2-1.

Í seinna hálvleiki vístu brasiliumenn, og serliga tann bert 17 ára gamli Pelé, so vakurt fótbóltsspæl, at áskoðarnir á Råsunda máttu bara boyggja seg. Pelé økti til 3-1 í 55. minutti, og tá 68 minuttir vóru farnir skoraði Zagallo til 4-1. Sami Zagallo gjørdist heimsmeistari, sum venjari í 1970. Agne Simonsen minkaði um munin til 4-2, tá 80 minuttir vóru leiktir, men tá dysturin var um at verða liðugur gjørdi Pelé eitt hitt vakrasta málið í heimssøguni, tá hann hegnisliga lyfti bóltin upp um tveir verjuspælarar, og bankaði bóltin í netið til 5-2.

Brasiliumenn gingu sigursferð kring Råsunda við svenska flagginum, og vóru teir stórliga fagnaðir av heimaáskoðarunum. Garrincha hevði eisini spælt framúr væl í finaluni, og skrivaði Expressen aftaná dystin:

– Um Garrincha so hevði verið inni í einari telefonboks, so hevði hann kortini megnað at fintað alla tað svensku verjuna.

Ógvuliga stuttliga sagt, men samstundis ein stór viðurkenning til mótstøðuliðið.


Málríkt

HM-endaspælið í 1958 var sera málríkt. Í teimum 35 dystunum vóru 126 mál skotin, sum gav eitt miðal uppá 3,6 mál fyri hvønn dyst.

Franski framherjin Just Fontaine setti eitt met, sum neyvar nakar nakrantíð fer at megna at taka. Fontaine skoraði heili 13 mál í endaspælinum. Fýra av hesum málunum fullu tá Frakland vann 6-3 á Vesturtýsklandi í bronsudystinum.

Dystirnir vórðu spældir kring alt Svøríki. Fyrireikarnir vildu hava, at fólkið skuldi fáa lut í endaspælinum. Dystir vóru leiktir í Västerås, Uddevalla, Stockholm, Sandviken, Örebro, Norrköping, Malmö, Helsingborg, Halmstad, Göteborg og í Eskilstuna.

Tá í tíðini ferðaðust ikki so nógv fólk til HM sum í dag, men svenski almenningurin tók væl undir við HM-endaspælinum. 919.580 áskoðarar sóu dystirnar, og gav tað eitt miðal uppá 26.274 áskoðarar.

Eitt annað serligt við HM í 1958 var, at øll tey bretsku londini Ongland, Wales, Skotland og Norður-Írland høvdu spælt seg til endaspælið. Tað er fyrstu og einastu ferð, tað er hent. Heldur óvæntað gjørdust tað Wales og Norður-Írland, sum leiktu seg víðari til fjórðingsfinalurnar, meðan Ongland og Skotland máttu pakka niður, aftaná innleiðandi bólkaspælið. Wales tapti heiðurliga 0-1 ímóti Brasil, meðan norðurírar fingu ein sekk uppá 4-0 frá Fraklandi.

HM í 1958 gjørdist eisini fyrsta HM-endaspælið, sum hevði eitt líkinda tal av sjónvarpshyggjarum. Bæði í Svøríki og í øðrum londum vóru tað fleiri, sum keyptu sær eitt sjónvarp á fyrsta sinni. Til stuttleikar kann nevnast, at millum áskoðarnar til HM-endaspælið í 1958 var tann tá bert 16 ára gamli Egil “Drillo” Olsen, sum var farin yvir um markið frá Noregi til Svøríkis, tí hann dyrkaði brasilska spæliháttin. Synd at siga, at Egil “Drillo” Olsen hevur dyrkað henda stílin sum fótbóltsvenjari.


Harðskapurin tekur til

Sammi idylur var ikki yvir HM-endaspælinum, sum var í Chile fýra ár seinni. Dysturin millum Chile og Italia var so harðligur, at hann er farin í søguna, sum “Slagið í Santiago”. Pelé var eisini illa viðfarin í bæði 1962 og í 1966, uttan at nakað munagott var gjørt fyri at verja hann. HM var vorðið nógv tað størsta tiltakið fyrireikað av monnum, men í takt við vaksandi áhugan, so vaks kynisman og kommersialiseringin eisini. Kortini vaknaði FIFA í 1980-unum, og byrjaði at hugsa um at verja teir bestu spælarnar. Tann parturin er batnaður síðstu endaspølini, men idylurin, sum var í Svøríki, í HM-endaspælinum í 1958 kemur so ongantíð aftur.


Myndatekstur:

17 ára gamli brasiliumaðurin Pelé roynir seg við skotið, sum russiski málverjin Lev Yashin vardi fyri. Dysturin varð spældur í Gøteborg tann 15. juni í 1958

Mynd: Polfoto