Hvussu hevur árið 2014 verið?
- Árið hevur verið sera hendingaríkt á heilsuøkinum vid stórum avbjóðingum, sum vit hava fingið góðar loysnir á. Samhaldsfesti á økinum er styrknað.
Hvat minnist tú best frá 2014?
- Tað var sera hugaligt í samband við heilsunýskipanina at fáa fleiri avtalur í hús við nógvar kommunur um broytt læknadømir og heilsumiðstøðir.
Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2014?
- Saman við familju og vinum at hátíðarhalda, at Harrin hevði givið mær og Gull-Britt 50 sera góð ár saman í hjúnarlagi.
Hvat vilt tú helst gloyma frá 2014?
- Ta eftir mínum tykki sera neiligu umtaluna av heilsumálaráðnum og mær partar av seinasta ársfjórðingi. Tað, sum varð borið fram, samsvaraði ikki við tann veruleikan, sum eg kendi. Men, tað góða er, at náðin er nýggj hvønn morgun, sum skrivað stendur.
Hvat ynskir tú tær í 2015?
- At tað skal eydnast til fulnar at sannføra politisku skipanina og føroyingar allar um, at vit skulu hava sjóneykuna á eitt heilsuverk fyri alt Føroya fólk.