Í kvøld varð punktum sett fyri Europa í Klaksvík á hesum sinni.
Við 1-0 sigri ímóti FK Radnički 1923 úr Serbia vann KÍ seg í triðja umfar í Europa Conference Leauge. Í triðja umfari er tað bara Tórsvøllur, sum lýkur treytirnar fyri at vera heimavøllur, og tí fer KÍ í næstu viku at spæla á Tórsvølli.
At klaksvíkingar halda fram í europeiskum fótbólti ber við sær, at tað verður neyðugt at flyta onkrar dystir í heimligu landskappingini.
At Víkingur eigur heimadyst í Conference League hóskvøldið ber við sær, at heimadysturin hjá KÍ ímóti Neman Grodno úr Hvítarusslandi verður á Tórsvølli longu týskvøldið klokkan 19.45.
Tað ber aftur við sær, at landskappingardysturin millum EB/Streym og KÍ, sum í skránni er ásettur at vera nú sunnudagin, verður útsettur í nakrar vikur.
Orsakað av tætta sambandinum millum Hvítarussland og Russland loyvir UEFA ikki feløgum í Hvítarusslandi at spæla heimadystir í heimlandinum. Tí fara Neman Grodno og KÍ í aðru viku at spæla í Ungarn. Tann dysturin verður hósdagin í aðru viku.
Sambært skránni fer KÍ undan fráferðini til Ungarn at spæla landskappingardyst á heimavølli ímóti B68. Hann er ásettur at vera fríggjadagin 8. august. Tað kann hugsast, at hann verður útsettur í eitt samdøgur ella kanska tvey, men enn hevur einki verið at hoyra um tað.
KÍ fer at spæla í Ungarn hóskvøldið í aðru viku – hósdagin 14. august. Skráin sigur, at KÍ sunnudagin 17. august fer at spæla landskappingardyst ímóti B36. Dysturin verður í Gundadali. Við ásetingunum um hvílitíð millum dystir í huga, kann tað roknast við, at tann dysturin verður fluttur til mánadagin 18. august.
Sum tað skilst hevur FSF verið í sambandi við feløgini um møguligu broytingarnar, áðrenn tað var greitt, at KÍ fer at halda fram í Europa Conference League. Tí man tað fara at vera skjótt, ivaleyst longu fríggjadagin, at FSF fer at boða frá, hvørjar flytingarnar í heimligu landskappingini fara at vera.