Ódnin kom, tók og fór. Higartil í morgun eru 50 fráboðanir komnar inn um vindskaðar kring alt landið. Sum væntast kundi, høvdu sløkkilið og bjargingarfeløg úr at gera í ódnarveðrinum í gjárkvøldið. Eftir øllum at døma var mesti vindurin á Argjum, í Hvalba og á Kaldbaksvegnum. Úti í Nólsoy hevur eisini leikað hart á, tí bara har eru 13 skaðar fráboðaðir.
Tilsamans eru eini 50 fráboðanir longu komnar inn um vindskaðar um alt landið. Sambært vakthavandi, var tíbetur ongin álvarsligur skaði. Hann nevndir slíkt sum gamlar tekjur, leysar plátur, onkur skorsteinur feyk, ein koppaður bátur, sum stóð uppi á landi, knústir rútar og úthús, sum ikki megnaðu at standa ímóti hørðu hvirlunum. Ein lastbilur fór á flog á Argjum, og í Hvalba ein heilur hjallur.
Kortini var alla tíðina tamarhald á støðuni, verður sagt av politistøðini í Havn í morgun. Hann makaði vindin um midnáttartíð, og í morgun er bert eitt lítið fleyr.
Øll eru vælkomin at senda okkum myndir av skaðum kring landið. So leggja vit tær út sum myndatema.