50.000 krónur til óarbeiðsførar fiskimenn

Betri Stuðul letur gávu til Hjálpargrunn fyri óarbeiðsførar fiskimenn

Betri Stuðul letur gávu til Hjálpargrunn fyri óarbeiðsførar fiskimenn

 

Hjálpargrunnurin fyri óarbeiðsførar fiskimenn, er grunnur settur á stovn í 1938, við tí endamáli at veita sjófólki, ið eru vorðin óarbeiðsfør av sjúku ella skaða á sjónum, stuðul.

 

Virksemi grunnsins hevur í øll hesi ár havt alstóran týdning fyri sjófólk og familjur teirra, ið á ein ella annan hátt hava havt henda stuðul fyri neyðini. Stuðulin verður veittur til jóla.

 

Betri Stuðul hevur í ár valt at lata eina gávu á kr. 50.000 til Hjálpargrunnin fyri óarbeiðsførar fiskimenn.

 

Anfinnur Garaðalíð formaður í Føroya Skipara og Navigatørfelag, sum umsitur Hjálpargrunnin, fegnast um at Betri Stuðul í ár hevur valt at veita eina gávu. Hetta kemur sera væl við og gevur okkum enn betri møguleika at veita ein stuðul til sjófólk og familjur, sum hava tørv á slíkum stuðli til jóla.

 

Birgir Nielsen formaður í Betri Stuðli sigur, at Betri ynskir at ganga á odda, tá talan er um at vísa samfelagsliga ábyrgd og stuðla samfelagsgagnligum virksemi, sum kemur okkara borgarum til góðar og ger okkara lív betri í Føroyum. Endamálið hjá Hjálpargrunninum fyri óarbeiðsførar fiskimenn kemur inn undir okkara endamálsorðing í Betri Stuðli, og tí vilja vit fegin veita ein stuðul á kr. 50.000 í ár, sigur Birgir Nielsen, nevndarformaðurin í Betri Stuðli.