ES-nevndin leggur upp til, at næsta ES-fíggjarætlanin skal vera tvær billiónir evrur fyri tíðarskeiðið 2028 til 2034.
Tað segði forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, á tíðindafundi í Brússel í dag.
Upphæddin svarar til knappar 15 billiónir krónur.
- Tað er størsta ES-fíggjarlógin nakrantíð. Tað er neyðugt í ljósinum av teimum avbjóðingum, sum vit hava, sigur Ursula von der Leyen.
Uppskotið kemur eftir at ES-nevndin hevur havt maratonfundir í fleiri dagar fyri innanhýsis at semjast um uppskotið, sum siðvenja er tað torførasta at semjast um í ES.
Talið er hægri enn væntað í uppskotunum, sum hava verið í Brússel undan framløguni.
Hetta verður millum annað fíggjað við fleiri egnum tilfeingi, sigur Ursula von der Leyen.
Tað er ikki greitt av útsøgnunum hjá von der Leyen, um limalondini heilt sleppa undan at skula hækka síni stuðul til ES, men hon sigur:
- Vit vildu hava nationala stuðulin á einum støðugum støði. Men skulu nationalu gjøldini vera á einum støðugum støði, so hava vit brúk fyri nýggjum egintilfeingi til at gjalda peningin frá Next Generation EU aftur, sigur von der Leyen.
Hon vísir til korona-grunnin í ES-skránni Next Generation. Tær vórðu læntar fyri at hjálpa ES-londunum at fóta sær aftur eftir farsóttina. Tað skal nú gjaldast aftur.
Hetta merkir, at nýggja fíggjarlógin er fødd við eini árligari skuld upp á stívliga 25 milliardir evrur um árið, sum ES-nevndin fer at rinda aftur við nýggjum egnum tilfeingi.
ES-nevndin skjýtur upp at játta 410 milliardir evrur til ein evropeiskan kappingargrunn. Hetta fyri at vera við til at styrkja kappingarførið hjá ES mótvegis millum øðrum USA og Kina.
Hetta merkir, at fleiri pengar verða brúktir til kappingarføri enn til landbúnaðarstuðul, sum í uppskotinum hjá ES-nevndini er settur til 300 milliardir evrur.
ES-nevndin skjýtur upp at játta 218 milliardir evrur til minni framkomin øki. Hetta er eisini vanliga ein av teimum stóru, føstu lutunum.
Harumframt fara 100 milliardir evrur til stuðul til Ukraina, og 400 milliardir evrur fara til ein kreppugrunn.
Kommissiónsforkvinnan kallar nýggju fíggjarlógina fyri "eina nýggja tíð" fyri ES.
- Tað er eitt støði, sum samsvarar við okkara ambitións- og tørvsstøði, sigur Ursula von der Leyen.
Sambært nevndini hevur dentur verið lagdur á, at fíggjarlógin kann brúkast smidligari í krepputíðum.
- Tað er ein fíggjarlóg, sum svarar til dagsins veruleika og gongdina í morgin.
- Kreppur eru ikki longur undantakið men reglan, sigur Ursula von der Leyen.
/Ritzau/