Hoyvík: Sunnudagin komandi – allahalganna sunnudag – verður ein stórur dagur fyri kirkjufólkið í Hoyvík.
Klokkan 11 henda dagin verður nýggja kirkjan vígd, og eftir hesa løtuna verður hon gudshúsið hjá fólki í økinum.
Fyrrapartin í morgun vóru arbeiðsfólk í ferð við at leggja tær mongu og seinastu hendurnar á hetta snotuliga bygningsverkið.
Uttanfyri riggaðu teir parkeringsøkið og inngongdina til kirkjuna, og inni sóust elektrikarar og aðrir handverkarar ídnir arbeiða við sínum faki.
Uppi á tí lítla urguloftinum vóru somuleiðis tveir urgubyggjarar í ferð við at enda teirra arbeiði. Teirra endamál er at fáa urguna at rigga og ikki minst ljóða sum hon skal.
- Hetta er eitt týdningarmikið arbeiði, sum vit nú fara undir. Men vit verða lidnir til tíðina, eingin ivi um tað, sigur annar teirra, Knud Jønsson.
Hetta er ikki fyrsta urgan teir hava sett upp hesi seinastu mongu árini. Nógvar kirkjur í Danmark, Noregi og nú eisini í Føroyum, hava í dag urgur frá teirra fyritøku.
Alt verður klárt
Urgan í Hoyvíkar kirkju er ikki nýggj, men hon er kortini at meta – og ljóða! - sum ein nýggj.
Talan er um eina urgu, sum áður hevur staðið í eini kirkju á Fjóni í Danmark. Hon er nú riggað til av nýggjum, og við urguleikaranum Oddvør Johansen fer hon at leiða sálmasangin í nýggju kirkjuni.
Knud Jønsson hevur sjálvur teknað fasaduna á urguni, og hevur saman við starvsfelaga sínum, Albert Lang sett urguna upp.
Urgan hevur átta røddir, og seinnapartin í dag var ætlanin at seta tær seinastu av teimum íalt 513 pípunum upp. Eftir hetta verður urgan stemmað.
Tað seinasta á skránni er tann sonevnda intoneringin, har ljóðið úr urguni á ein serstakan hátt verður skipað soleiðis, at tað hóskar til kirkjurúmið.
- Vit vænta at kunna fara undir hetta arbeiðið seinnapartin og at enda tað í morgin. Okkara arbeiði verður í øllum førum liðugt áðrenn, sigur tann fryntligi Kund Jønsson.