Løgreglan sigur, at millum 50 og 60 mál um kynsligan ágang verða meldaði um árið. Í 2014 vóru 52 mál um kynsligan ágang meldað til løgregluna, og var talan um ymisk mál, frá blygnaðarskemd til framda samlegu. Løgreglan sigur, at talan var um ágang bæði á børn og vaksin.
Eins og í grannalondunum, so er vanligt at rokna við, at einans ein brøkpartur av tilburðunum verða meldaðir, og at stór myrkatøl gera seg galdandi á økinum. Løgreglan minnir á, at fleiri av teimum, sum verða meldað, hava gjørt seg inn á fleiri fólk, og tí skal talið av meldaðum málum fleirfaldast, til tess at meta um, hvussu nógv í veruleikanum eru fyri kynsligum ágangi.
Eingi almenn tøl eru fyri, hvussu mangar fráboðanir eru um kynsligan ágang, men felagsskapurin KRIS sigur, at tey fáa vanliga um 50 áheitanir um árið, tó at tey higartil í ár longu hava fingið fleiri áheitanir um hjálp enn tað.