55.000 húsarhald hava mist streymin í Ukraina

Í álopskrígnum í Ukraina hava russar ferð eftir ferð lopið á undirstøðukervið í landinum, og hetta er serliga gingið út yvir el-og vatnveitingina.

Myndin er frá russiskum álopi á Ukraina, men myndin hevur ikki samband við hendingina í dag.

Russisku álopini á Ukraina helma ikki í.

Í dag veit tíðindastovan Reuters at siga, at 55.000 húsarhald í landinum hava mist streymin av russiskum álopum í dag.

Russar hava nevniliga lopið á orkuveitingina í regiónini, Poltava, har eysturi í Ukraina, og hetta er gingið út yvir streymveitingina.

Hetta upplýsir ukrainski guverrørurin í landslutinum sambært Reuters. 