Við einum sigursmáli, ið Lautaro Martinez skoraði í 88. minutti í dystinum hjá Argentina móti Chile í innleiðandi bólki A er staðfest, at Argentina er víðari til fjórðingsfinalurnar.
Í sama bólki vann Kanada við einum sigursmáli hjá hjá Jonathan David 1-0 á Peru.
Eftir tvey umfør hevur Argentina seks stig. Kanada hevur trý stig, meðan Chile og Peru hava eitt stig hvør.
Í triðja umfarinum eru dystirnir Argentina-Peru og Chile-Kanada.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Argentina-Chile 1-0 (0-0):
##med2##