X/Ritzau Scanpix

57 handtikin: Harðskapur móti ísraelsfólki í Amsterdam

Forsætisráðharrin í Ísrael hevur sent tvey bjargingarflogfør til Amsterdam eftir fráboðanir um harðskap móti ísraelsfólki

X/Ritzau Scanpix

57 fólk eru handtikin í sambandi við illgruna um harðskap móti ísraelsmonnum í Amsterdam.

 

Tað sigur ein talsmaður fyri hollendsku løgregluna sambært miðlinum De Telegraaf.

 

Í nátt upplýsti forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, at hann hevði fingið fráboðanir um eina "sera harðliga hending", sum hevði verið ætlað ísraelskum borgarum í hollendska høvuðsstaðnum.

 

Tað segði hann umvegis eina fráboðan frá skrivstovuni hjá forsætisráðharranum, skrivar Reuters.

 

##med2##

 

Fleiri ísraelskir miðlar - teirra millum Haaretz og The Times of Israel - skriva, at tað vóru ísraelskir fótbóltsfjepparar, sum vórðu álopnir í gjár.

 

Talsmaðurin fyri hollendsku løgregluna vildi ikki vátta, um tey handtiknu eru fótbóltsfjepparar ella hvønn tjóðskap tey hava.

 

- Tað er trupult hjá okkum at gera av, tí vit kunnu ikki meta um, hvar tey hoyra heima út frá klæðum ella útsjónd, sigur hon sambært De Telegraaf.

 

Netanyahu hevur sent tvey bjargingarflogfør til Amsterdam fyri at hjálpa ísraelsku borgarunum í býnum, tað kemur eisini fram í fráboðanini sambært Reuters.

 

Ísraelska uttanríkisráðið upplýsir, út frá upplýsingum frá hollendskum myndugleikum, at tíggju ísraelar hava fingið skaða í álopunum. Tað skrivar The Times of Israel.

 

/Ritzau/

 

##med3##

##med4##

 

 

 

 

X/Ritzau Scanpix

X/Ritzau Scanpix

X/Ritzau Scanpix

X/Ritzau Scanpix