Løgreglan í Føroyum leitar eftir einum breta, sum ikki er komin aftur í aftur eftir at hava verið á ferð í Føroyum.
Talan er um 58 ára gamla Phillip Wallam, vanliga nevndur Phil Wallam. Løgregla heldur, at hann er komin einsamallur til Føroya tann 6. august, her hann helst skuldi gista á kampingplássi, helst í tjaldi.Hann er eisini vanur at klintra og at ganga í fjøllunum, so arbeitt verður eisini við tí møguleika, at hann er farin í føllini. Men hvar, hava tey onga hóming av.
Men hvar í Føroyum hann skuldi ferðast, vita tey ikki. Og hann skuldi heim aftur við flogfari tann 17. august, men var ikki við flogfarinum, hóast hann hevði ferðaseðil. Og tískil verður nú leitað eftir honum í Føroyum.
Og í hesum sambandi vil løgreglan í Føroyum nú vil fegin frætta frá fólki, sum halda seg vita nakað um hann, eitt nú, um hann er farin í fjøllini, og hvar hann kanska er farin.