Á heimasíðuni hjá Leirvíkar kommunu verður nú veruleikin staðfestur: Ein greiður meiriluti vil hava nýggja vegin gjøgnum Leirvíkar bygd - og ikki omanfyri bygdina Luttøkan á vegleiðandi fólkaatkvøðuni í Leirvík í gjár var 84,4%, sum svarar til 546 fólk við atkvøðurætti.
Leirvíkingar høvdu tveir møguleikar at velja ímillum - niðaru loysnina við vegi gjøgnum bygdina ella ein veg uppi á Brekkum, tey rópa.
Síðan Norðoyatunnilin læt upp, hevur tann nógva ferðslan til og úr tunlinum gingið ígjøgnum bygdina, og nú hava leirvíkingar við greiðum meiriluta víst á loysnina, sum løgtingið samtykti í mai ár 2006.
323 veljarar valdu loysnina niðri í bygdini, og 218 - ella 40% - vóru fyri loysnini uppi á Brekkum.
5 atkvøður vóru blankar.
Væntandi er, at leirvíkingar nú fáa ta loysnina, sum løgtingið hevur samtykt - og ta loysnina, sum meirilutin av bygdarfólkinum samtykti á fólkaatkvøðuni í gjár.