Tað var uppiborið, at Eysturríki vann við heili 6-0 á føroyska fótbóltslandsliðnum í Wien í kvøld.
Føroysku menninir komu í eitt ódnarveður beinanvegin. Heimaliðið legði bragdliga fyri og hevði tveir upplagdar málkjansir, áðrenn hol kom á. Eysturríki fekk trý mál í fyrra hálvleiki, og trý mál eftir steðgin.
Stríðshugurin var lítil og eingin á føroyska liðnum fyri steðgin. Tá var avrikið tað slakasta, sum føroyska liðið hevur framt leingi. Avrikið var betur eftir steðgin, men Eysturríki hevði tamarhald á dystinum allatíð.
------------------------------------------------------------------------------------------------------
EYSTURRÍKI FØROYAR 6-0 (3-0)
1-0: Philipp Hosiner, 8.
2-0: Philipp Hosiner, 20.
3-0: Andreas Ivanschitz, 28.
4-0: Zlatko Junuzovic, 77.
5-0: David Alaba, 78.
6-0: Gyorgy Garics, 82.
93 Dysturin er liðugur. Eysturríki vann 6-0.
82 MÁL! 6-0 til Eysturríki! Eitt stórt mistak frá Gunnari Nielsen. Skotið hjá Gyorgy Garics var ikki serliga gott, men Gunnar Nielsen megnaði onkursvegna ikki at verja fyri skotinum. Skrædlið í Wien er fullkomið.
78 MÁL! 5-0 til Eysturríki! David Alaba hevur økt til 5-0. Tað var eftir uppspæl og innlegg úr vinstru, at bólturin var skallaður fyri føturnar á Alaba, sum smekkaði bóltin í netið.
77 MÁL! 4-0 til Eysturríki! Zlatko Junuzovic hevur økt um leiðsluna. Føroyska verjan fekk ikki sparkað bóltin burtur, og Junuzovic var knappur og langaði til.
76 Eysturríki er meira á bóltinum, men tað er sjáldan, at føroyski málverjin verður settur undir trýst.
71 Føroyar skifta út á fyrsta sinni. Pætur Dam Jacobsen hevur loyst av Símun Samuelsen. Eysturríki hevur eisini skift út. Christian Fuchs er farin út, og Markus Suttner er komin inn.
69 Leikferðin er ikki tann sama í seinna hálvleiki, og eysturríkarnir eru ikki eins ágrýtnir nú.
68 Stórbjarging hjá Gunnar Nielsen. Weimann royndi seg av brotsteigarmarkinum, men føroyski málverjin stýrdi bóltin út til hornaspark.
63 Eysturríki hevur framt sína fyrstu útskifting. Andreas Ivaschitz fór út. Andreas Weimann loysti hann av.
58 Í verjustøðu eru føroyingarnir munandi stinnari nú, sammett við fyrstu 45 minuttirnar.
53 Stórur møguleiki til Eysturríki. David Alaba var staddur inni í brotsteiginum, tá hann smekkaði til. Bólturin brast í tvørtræið, áðrenn føroyingarnir sparkaðu bóltin burtur av vandaleið.
50 Føroyska spælið er munandi betri skipað nú.
46 Seinna umfarið er byrjað.
46 Hálvleikur í Wien. Eysturríki er á odda 3-0. Heimaliðið legði bragdliga fyri og hevði tveir stórar málkjansir, áðrenn hol kom á. Føroyingarnir tykjast ikki serliga væl upplagdir, og stríðshugurin hevur ikki verið nóg góður. Tað er uppiborið, at Eysturríki er á odda við trimum málum, munurin kundi verið størri, um vertirnir vóru meira neyvir.
43 Føroyar hava havt sína fyrstu atsókn. Hjalgrím Elttør sendi fríspark inn í málfeltið, har Rógvi Baldvinsson var hægstur, men Lindner, sum verjir eysturríska málið, var ikki settur undir veruligt trýst.
38 Støðan er tann sama, Føroyar eru undir støðugum trýsti. Tó so, longri er millum málkjansirnar hjá eysturríkarum.
31 Sjáldan hava føroysku spælararnir verið so illa upplagdir sum í kvøld.
30 Føroyar verða eyðmýktar í løtuni. Stríðshugurin er lítil og eingin, og Eysturríki hevur fullkomiliga tamarhald á dystinum.
28 MÁL! 3-0 til Eysturríki! Fróði Benjaminsen misti bóltin beint uttan fyri føroyskum brotsteigin, og tað varð revsað alt fyri eitt. Ivanschitz var staddur árakað brotsteigarmarkið, tá hann økti um leiðsluna.
24 Enn ein stórur møguleiki til Eysturríki. Eftir innlegg úr vinstru setti Junuzovic krúllin undir bóltin og stýrdi hann móti málinum, men tíbetur fyri Føroyar fór bólturin framvið málinum.
20 MÁL! 2-0 til Eysturríki! Tað var eftir verjumistak hjá Odmari Færø, at Hosiner var einsamallur við málverjan, sneiddi hann av og rullaði bóltin í tóma málið. Færø royndi at spæla bóltin aftur til Gunnar Nielsen við høvdinum, men hann fekk ikki nóg mikið av ferð á bóltin.
16 Stóra trýstið, sum Eysturríki legði fyrstu løtuna, er hæsa av, men heimaliðið er enn væl og virðiliga omaná.
13 Gult kort til Hosiner. Hann hevði beina kós móti málinum, og í kapprenning við Rógva Baldvinsson misti hann fótafestið inni í brotsteiginum. Dómarin bríkslaði og gav Hosiner gult kort fyri at lata seg detta. Eysturríki hevur enn fult tamarhald á dystinum.
8 MÁL! 1-0 til Eysturríki! Tað var eftir uppspæl í vinstru síðu og innlegg, at Hosiner legði heimaliði á odda. Føroysku spælararnir tykjast ikki serliga væl upplagdir. Eysturríki hevur fult tamarhald á dystinum.
6 Føroyska liðið er undir stórum trýsti. Hosnier hevði aftur nú upplagdan málmøguleika, og framherjin skuldi hava lagt heimaliðið á odda, tá hann aftur var einsamallur við Gunnar Nielsen. Hesaferð stórbjargaði føroyski málverjin.
4 Eysturríki hevur verið nógv meira á bóltinum fyrstu løtuna.
1 Risa møguleiki til Eysturríki! Bara 30 sekund vóru farin, tá Philipp Hosiner var einsamallur úr spískum við Gunnar Nielsen, men føroyski málverjin vardi fyri.
1 Dysturin er byrjaður.
Eysturríki: Heinz Lidner Gyorgy Garics, Aleksandar Dragovic, Emanuel Pogatetz, Christian Fuchs, Andreas Ivanschitz, Marko Arnautovic, David Alaba, Zlatko Junuzovic, Veli Kavlak, Philipp Hosiner
Á beinkinum: Ramazam Ozcan, Lukas Konigshofer, Andreas Weimann, Martin Harnik, Markus Suttner, Julian Baumgartlinger, Sebastian Prodl, Jakob Jantscher, Florian Klein, Christoph Leitgeb, Manuel Ortlechner, Marc Janko
Føroyar: Gunnar Nielsen Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Pól Jóhannus Justinussen Hjalgrím Elttør, Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen Christian Lamhauge Holst Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Teitur Gestsson, Kristian Joensen, Pætur Dam Jacobsen, Atli Gregersen, Hans Pauli Samuelsen, Viljormur Davidsen, Arnbjørn Hansen og Daniel Udsen.
Undan dystinum:
Lars Olsen, landsliðsvenjari, tykist ikki hava góðar vónir undan dystinum í kvøld. Í vikuni segði hann við eysturrískar miðlar, at føroyska landsliðið hevur bara vart seinastu 20 árini, og nú ræður um at menna føroyingarnar sum bóltspælarar. Tað er av somu orsøk ikki stigini, sum hava størstan týdning í kvøld, men at spælararnir menna seg.
- Okkara størsti trupulleiki er, at vit hava bara vart í 20 ár. Vit mugu læra at vinna bóltin og spæla hann millum okkum. Tað er málið hjá okkum. Tað snýr seg um at menna spælararnar, ikki um stigini, segði Lars Olsen við eysturríska blaðið Der Standand í vikuni.
Odmær Færø hevur verið stinnur miðverji seinastu landsdystirnar. Hann letur ongan iva vera um, at føroyska liðið skal spæla við fullari megi, um eitt heiðurligt úrslit skal spyrjast burturúr.
- Spæla vit ikki upp til okkara besta, koma vit fyri einum stórtapi, sigur hann.
Daniel Udsen, sum var við frá byrjan, tá Svøríki og Írland vitjaðu á Tórsvølli í heyst, er ikki við í dag. Hann fekk ein snudd undir venjing mikudagin og hevur givið avboð til landsdystin í kvøld.
Føroyar hava fyrr tikið eysturríkar á bóli. Í 1990 vunnu vit púra óvæntað 1-0, og í 2008 var úrslitið 1-1 á Tórsvølli.
Martin Lang starvast sum journalistur hjá Radio Vienna. Hann sigur við Rás2, at føroyingar eru at meta sum hetjur í Eysturríki.
- Eysturríkar, tað eru eisini tey, sum ikki hava áhuga fyri fótbólt, halda, at føroyskir fótbóltsspælarar eru hetjur. Teir hava prógvað, at alt ber til, sigur Martin Lang, journalistur.