Grønland: 6 ára gamal doyði av biti frá sletuhundum

Ein drongur er deyður av løstum, eftir at hann varð bitin og meiðslaður av leinkjaðum sleðuhundum í Aasiaat í Grønlandi

Ein 6 ára gamal drongur í Grønlandi doyði í dag, eftir at hann varð bitin av sletuhundum í grønlendska býnum Aasiaat.

Tað upplýsir løgreglan í Grønlandi í tíðindaskrivi.

Løgreglan fekk boðini klokkan 12.45 um, at ein persónur var álopin av leinkjaðum hundum við skíðfelagið í býnum.

Tá løgreglan náddi á staðið, kundi hon staðfesta, at tann 6 ára gamli drongurin var bitin og løstaður.

Lívið stóð ikki at bjarga, og hann doyði av løstunum, sum hann fekk.

Ein javnaldur hjá dreinginum hevði sæð hendingina. Hann greiddi løgregluni frá, at drongurin fór ov nær leinkjaðu hundunum.

Krepputilbúgvingin hjá kommununi tekur sær av vitninum, avvarðandi og skúlanum.

Tey avvarðandi hava fingið boðini.

Løgreglan hevur saman við hundaleiðaranum í kommununi gjørt av, at fýra sletuhundar skulu avlívast.

/ritzau/