Tað skrivar Fiski- og samferðslumálaráðið í kvøld.
Stýrið fyri Fiskivinnuroyndir hevur viðgjørt umsóknirnar við støði í innkomna tilfarinum eins og endamálsorðingini í stevnuni fyri Fiskivinnuroyndir, sum er at fremja royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
Raðfest øki eru royndarveiða, góðska á ráfiski, virðisøking av fiski, burðardyggur fiskiskapur, búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum.
Við støði í, at fleiri umsóknir høvdu fingið játtan um framhaldandi stuðul í 2024, vóru einans tkr. 1.460 tøkar at játta nýggjum umsóknum í 2024.
Endaliga niðurstøðan varð, at stýrið mælti landsstýrismanninum til, at 6 nýggjar verkætlanir skulu stuðlast, og at tær 10, sum áður hava fingið tilsøgn um framhald, eisini verða stuðlaðar í 2024.
Tær 6 verkætlanirnar, sum hava fingið játtaðan stuðul, og tær 10, sum halda fram í 2024, eru vístar í talvunum niðanfyri.
Talva 1. Nýggjar verkætlanir, sum tilmæltar vórðu.
Heiti |
Umsøkjari |
Játtan |
|
|
|
FarCod |
Nátturuvísindadeildin |
95 |
Makreltrol |
P/F Netastovan |
100 |
LSP / LSP 2 |
Delta Seafood |
125 |
Ljós Reki |
P/F JFK trol |
740 |
Pilka høgguslokk |
Barið Vágar |
210 |
Samegna |
Sp/f Nípan |
190 |
Talva 2. Framhaldandi verkætlanir, sum tilmæltar vórðu.
Heiti |
Umsøkjari |
Játtan |
|
|
|
Reyðsprøka og tunga |
Havstovan |
400 |
MSC góðkenning av fleiri fiskasløgum |
FISF |
450 |
Innvigingartøl til stovnsmetingar |
FISF |
194 |
Royktur uppsjóarfiskur uttanlands |
Sjógæti |
300 |
Stovnsgull |
Fróðskaparsetur Føroya |
300 |
Taskukrabbi |
Biofar |
228 |
Maskinskering av svartkjafti |
Varðin Pelagic |
300 |
Sjálvvirkandi ílegging í flakamaskinu |
Petur Larsen |
650 |
Smart-fisk. Orkuvinarligari fiskiskapur |
Sjókovin |
350 |
Støðan á Føroya Banka |
Havstovan |
40 |