60.000 krónur til jólahjálp

Kvinna hevur, saman við BankNordik, handað 60.000 krónur til »Í menniskjum góður tokki«. Stuðulin er frá søluni av Jólafløguni og innsavnaða peninginum á kvinna.fo - Kvinna og BankNordik takka øllum, sum hava hjálpt okkum at savna pengar inn til stuðul til barnafamiljur í Føroyum. Allur stuðulin fer óskerdur til barnafamiljurnar, sum hava tað fíggjarliga trongligt, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, blaðstjóri á Kvinnu.

Hon sigur, at tað er sera kostnaðarmikið at geva fløgu út. Uttan samstarvið við BankNordik hevði tað ikki verið gjørligt at latið 20 krónur av hvørjari seldari fløgu til átakið og á henda hátt at skapa umrøðu til átakið.

- Í Kvinnu nr. 7, sum var okkara jólablað, var staðfest, at vit í Føroyum hava lutfallsligt fátækradømi. Vónandi verður okkara felags íkast við til at bøta um skeivleikarnar í okkara samfelagi, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, sum takkar øll fyri stuðulin.