Írska valnevndin kunngjørdi í dag, at 60,3 prosent av teimum, sum vóru á fólkaatkvøðu í gjár um fíggjarsáttmálan hjá ES, atkvøddu fyri, at Írland skal staðfesta sáttmálan. Úrslitið var sostatt ógvuliga nær tí, sum meiningakanningarnar vístu.
Írland er tað einasta av ES-londunum, sum hevur lagt spurningin um fíggjarsáttmálan fyri fólkið at taka støðu til.
Fíggjarsáttmálin gevur millum annað ES heimild til at revsa lond, sum ikki fremja neyðug tiltøk fyri at fáa skil á fíggjarviðurskiftunum hjá tí almenna.