Conference League: KÍ er favorittur hjá veddingarfyritøkunum

Her eru oddsini hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum

Klokkan 19.45 í kvøld tekur KÍ móti belarussiska liðnum, Neman á Tórsvølli. Talan er um fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Conference League.

 

KÍ hevur eina lítla favorittstøðu hjá 14 altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til KÍ liggja millum 2,00 og 2,11.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,25 og 3,58.

 

Oddsini upp á útisigur til Neman liggja millum 3,25 og 3,55.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##