60 kilo av føroyskum tónleiki

Tá Gissur Patursson leygarmorgunin um ellivu tíðina kom út til íslendska Ríkisútvarpið, at handa tað nógv ummrøddu fløgutaskuna, við einum savni av føroyskum fløgum, var ikki hissini av móttøku.

AME-Reykjavík

Tá Gissur Patursson fór við flogfarinum til Ísland hevði hann 60 kilo av føroyskum fløgum við sær.
Talan var um tilsamans trý fløgusøvn, tað størsta og mest kompletta varð latið til Ríkisútvarpið, ið eisini er plátusavnið hjá Rás 2. Gávan til Ríkisútvarpið varð handa leygarmorgunin.
- Øll, ið starvast í plátusavninum vóru møtt upp við stjóranum Bjarna Guðmundssyni á odda, og hugnalig var løtan. Har varð borðreitt við kaffi og onkrum góðum afturvið, greiðir Gissur frá.
Hann sigur, at tey vóru sera glað fyri gávuna, ið hann vegna føroysku Gramex-deildina hevur tikið stig til at lata íslendskum útvarpi, og sum EIK og Expert hava stuðlað.
Gissur viðgongur, at hann faktiskt varð tikin á bóli av móttøkuni, og hvussu nógv varð gjørt burturúr hesum.

Íslenskar fløgur til Føroyar
Gissur og útvarpstjórin hildu hvør sína røðu. Útvarpsstjórin bar fram í røðu síni eitt ynski um, at eisini føroyskt útvarp skuldi fáa eitt tílíkt kuffert. Í hesum sambandi fekk Gissur handaðar íslendskar fløgur at hava heim við sær til Kringvarpið. Gissur, ið sjálvur hevur verið útvarpsvertur í nógv ár, tók sjálvandi gleðiliga ímóti.
- Vit hoyra frá fólki, at tey bara fáa onkran tilvildarligan føroyskan tónleik, tá tey spyrja um eitt føroyskt lag. Umberingin er, at tað ikki finnist í plátusavninum, sigur Gissur. Hann vísir á, at tað sjálvandi ikki er ábyrgdin hjá Gramex at tryggja, at plátusøvnini hjá útvarpsstøðum eru komplett, men nú verður henda roynd gjørd.
- Talvan verður vaskað rein, og søvnini verða komplett. So taka við sjálvandi upplýsingar heim við okkum, um hvar føroyskir bólkar í framtíðini kunnu senda sínar útgávur, sigur Gissur.
Handanin av fløgutaskuni til Ríkisútvarpið varð send beinleiðis í útvarpinum, eisini tók sjónvarpið upp frá tiltakinum at senda í tíðindasendingini í gjárkvøldið.
Her varð eisini høvið hjá Gissi at gera eitt sindur av marknaðarføring fyri stóra AME tiltakið, ið var í NASA leygarkvøldið.
Áðrenn Gissur fór víðari avtalaðu tey, at hann í morgun skuldi koma og hjálpa teimum við at bólka føroyska tónleikin.

Kristiligir tónar til Lindina
Umframt samlingina til Ríkisútvarpið hevði Gissur eina samling av øllum føroyskum kristiligum tónleiki, ið hann sunnudagin lat til kristiligu íslendsku útvarpsrásina Lindina.
Í Íslandi hevur verið eitt sindur frammi um fløgutaskuna, t.d. skrivaði Morgunblaðið um tað fríggjadagin. Tað var Arnar Eggert Thorddsen, ið skrivaði greinina í Morgunblaðnum. Tað var júst hann í fekk triðja savnið av fløgu. Hetta er umfatandi savn við nógvum ymiskum føroyskum tónleiki. Arnar Eggert Thoroddsen er blað- og útvarpsmaður. Arnar, ið hevur vitjað Føroyar fleiri ferðir bæði í sambandi við Prix Føroyar, G!Festivalin og í sambandi við GBOB, er ein av mest virdu tónleikarummælarum í Íslandi og ein sera vælumtóktur útvarpsvertur.

Tann rætti maðurin
Arnar Eggert Thoroddsen fer komandi mánaðirnar at venda sínum sjóneyku móti føroyskum tónleiki, og skrivað um og spæla føroysk verk.
Gissur handaði honum fløgusavnið leygardagin.
- Arnar er ein góður Føroyavinur, hann bað meg heilsa mangar ferðir og sendi eina serstaka heilsan til Gøtu. Hann helt hetta vera eitt gott dagført savn, at ummæala og geva viðari til góð heimildafólk, og takkaði hann so miriliga fyri heiðurin, at vit frá tónleikaheiminum í Føroyum høvdu valt at handa honum hetta savn. Eg eri tó sannførdur um, at hetta var júst tann rætti maðurin, sigur Gissur.