60 læknar í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum

Á landssjúkrahúsinum gleðast tey um støðugt hækkandi talið av útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum. Í løtuni eru 60 læknar í ymiskum útbúgvingarstørvum

Tað tekur nógv ár at útbúgva seg til lækna, og nógvir læknar velja at taka partar av útbúgvingini í Føroyum.

 

Landssjúkrahúsið skrivar, at tey frøast um at hava fleiri og fleiri størv í boði.

 

Í løtuni eru 23 KBU læknar í útbúgvingarskipanini ella í starvi. Klinisk basisuddannels er fyrsta lið í læknaligu víðariútbúgvingini. Tað er eitt krav at allir læknar skulu taka KBU eftir loknan læknalestur á universitetinum.

 

17 læknar eru í løtuni í innleiðslustarvi á Landssjúkrahúsinum, innan 11 ymiskar sergreinar. Eitt innleiðslustarv er í flestu førum ein samlað setan á 12 mánaðar. Hetta starvnið gevur praktiskar royndir og innlit í sergreinina, áðrenn støða verður tikin til endaligu sergreinina. Tað er møguligt at royna fleiri introduktiónsstørv. 

 

14 læknar eru í høvuðsútbúgvingarstarvi í almenn medisin, tað vil siga at hesir læra til kommunulækna. 

 

Harafturat hevur Landssjúkrahúsið í løtuni 6 læknar sum taka partar av síni serlæknaútbúgving á Landssjúkrahúsinum, og restin av útbúgvingini á donskum sjúkrahúsum. 

 

Í dag eru umleið 100 føroyingar sum lesa til lækna, og á Landssjúkrarhúsinum vóna tey at síggja hesi á komandi árini.