Í kvøld klokkan 18.30 tekur 07 Vestur móti Víkingi á Dungasandi í Sørvági í dysti í 17. umfarinum í Betrideildini hjá monnum.
Tá liðini hittust í Sarpugerði 30. mars endaði tað við javnleiki 0-0. Víkingur hevur annars vunnið 15 av teimum seinastu 20 innanhýsis dystunum.
07 Vestur er aftast í deildini við sjey stigum, meðan Víkingur er nummar fimm við 24 stigum.
Víkingur hevur eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á heimasigur til 07 Vestur liggja millum 5,10 og 6,25.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,40 og 4,85.
Oddsini upp á útisigur til Víking liggja millum 1,36 og 1,46.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##