Tað eru 60 ár millum tey bæði, og í juni 2011 gjørdu tey eina miseydnaða roynd at ganga í hjúnarlag. Tá hoppaði hon av í evstu løtu. Men nú verður tað, og tey siga bæði, at giftarmálið verður nýggjársaftan.
Talan er um playboy-kongin, 86 ára gamla, Hugh Hefner og playboy-mótakvinnuna, 26 ára gomlu, Crystal Harris.
- Hetta verður ikki nakað stórt brúdleyp, men eitt brúdleyp saman við okkara bestu vinum, sigur Crystal Harris við Us Magazine.
Í juni 2011 hoppaði hon av einar fimm dagar fyri ætlaðu vígsluna, tí hon helt ikki, at henni dámdi "lívsstílin" hjá Hugh Hefner.
Nú sigur Harris seg vera sannførda um, at tað er saman við Hefner, hon vil liva lívið.
- Hesaferð er tað fantastiskt. Viðurskiftini millum okkum bæði eru betri enn nakrantíð. Vit elska hvønn annan. Eg eri ógvuliga glað, og hann er eisini ógvuliga glaður. Vit bæði gleða okkum til mánadagin, sigur Harris.
Hugh Hefner sigur, at líka mikið, hvussu langa tíð hann hevur eftir at liva í, so vil hann liva tíðina saman við Crystal Harris.