Í kvøld 22. mai 2008, kl. 19.30 verður kvøldseta í sambandi við, at 60 ár eru farin síðani flokkurin varð settur á stovn.
Tjóðveldisflokkurin ? Tjóðveldi hevði stovningardagar 22. og 23. mai 1948.
Í kvøld 22. mai 2008, kl. 19.30 verður kvøldseta í sambandi við, at 60 ár eru farin síðani flokkurin varð settur á stovn. Á skránni eru tónleikur, røður og skemt.
Læraraskúlahøllin verður karmur um kvøldsetuna. Røðarar verða Jógvan Durhuus, Høgni Hoydal, Turið Sigurðardóttir og Rógvi Nybo.
Hans Andreas Sølvará fer at røða um stovnanina, týdningin og ávirkanina í sambandi við, at Tjóðveldi hevur verið á politiska pallinum hesi árini.
Rani Nolsøe og Steintór Rasmussen fara at standa fyri tónleikinum, umframt at Tróndur Enni fer at framføra.
Sjúrður Skaale fer at hugleiða og seta tilveruna eitt sindur á skák.