Ein nýggju frágreiðing, sum fregnartænastunevndin hjá amerikanska Senatinum hevur skrivað, kemur við hvøssum atfinningunum ímóti Hvítu Húsunum, sum verða løgd undir at hava grundgivið fyri álopinum á Irak uttan at nevna, at landsins egnu fregnartænastur høvdu víst grundgevingunum frá sær.
Tað er Los Angeles Times, sum skrivar um frágreiðingina, ið blaðið hevur fingið fatur á, sjálvt um hon ikki er almannakunngjørd enn.
Í frágreiðingini endurgevur senatsnevndin ymiskt av tí, sum George W. Bush, forseti, og umsiting hansara søgdu um álopið á Irak. Eitt nú vildu forsetin og umsitingin vera við, at Irak hevði stórar goymslur við hópoyðingarvápnum, men hetta vísti seg seinni at vera misvísandi kunning, sum senatsnevndin kallar tað.
Eingi prógv
Nevndin nevnir millum annað, at forsetin og Hvítu Húsini hildu uppá, at teir sterku menninir í Irak høvdu samband við yvirgangsfelagsskapin al-Qaeda. Men amerikonsku fregnartænasturnar, sum høvdu kannað hesi viðurskiftini, søgdu seg ivast í, at nakað samband yvirhøvur var ímillum leiðararnar í Bagdad og leiðsluna í al-Qaeda.
Senatsnevndin vísir á, at hóast fregnartænasturnar høvdu eina aðra uppfatan av støðuni enn Hvítu Húsini, grundgóvu bæði Donald Rumsfeld, táverandi verjumálaráðharri, og Colin Powell, táverandi uttanríkisráðharri, fyri avgerðini at leypa á Irak. Teir endurtóku ferð eftir ferð, at tætt samband var ímillum Bagdad og al-Qaeda, hóast teirra egnu fregnartænastur høvdu sagt teimum, at tað vóru eingi prógv fyri tí.
Frágreiðingin, sum verður almannakunngjørd um stutta tíð, skal taka støðu til, um Bush-umsitingin misbrúkti upplýsingar frá fregnartænastunum fyri at fara í kríggj við Irak.
-Endamálið við frágreiðingini er at svara fáa greiði á, um forsetin og umsitingin hildu seg til veruleikan í fregnartænastufrágreiðingunum, tá ætlaninar um kríggið vórðu lagdar, sigur talsmaðurin hjá senatorinum John D. Rockefeller, sum er formaður í fregnartænastunevndini hjá Senatinum.
Hópoyðingarvápn
Men senatsnevndin vísir eisini á, at sumt av tí, sum Hvítu Húsini søgdu, samsvaraði við tað, sum fregnartænasturnar vistu at siga um Irak tá, sjálvt um partar av hesum seinni vístu seg at vera skeivir.
Eitt av dømunum, sum frágreiðingin nevnir, er frá septembur í 2002, tá George W. Bush, forseti, segði, at Irak hevði bæði evnafrøðilig og lívfrøðilig vápn, og nevndin sigur, at í veruleikanum helt forsetin seg til tað, sum hann hevði fingið at vita frá fregnartænastunum.
Við í valstríðið
Frágreiðingin hjá senatsnevndini er ikki so avgjørd í sínum vendingum, tá tað snýr seg um kjarnorkuverkætlanina hjá Saddam Hussein og stýri hansara. Sagt verður, at summar niðurstøður hjá fregnartænasunum taka undir við, at Irak hevði eina kjarnorkuverkætlan, meðan aðar avsanna tað.
Ein ónevnd kelda í Kongressini sigur við Los Angeles Times, at hvørki tey til vinstru ella tey til høgru fara at frøast um tað, sum kemur fram í teirri nýggju frágreiðingini.
-Tey vinstrumegin verða ikki fegin um niðurstøðurnar, og tað verða tey høgrumegin heldur ikki. Satt at siga verður eingin fegin, sigur tann ónevnda keldan við blaðið.
Politiskir eygleiðarar í USA siga, at frágreiðingin kann lættliga enda sum partur av valstríðnum upp undir forsetavalið í heyst, tí valevnini hava gjørt nógv burtur úr at vísa á, hvat tey halda um avgerðina at gera innrás í Irak.
Teir republikonsku limirnir í fregnartænastunevndini hjá Senatinum hava lagt stóran dent á, at frágreiðingin skal ikki bara snúgva seg um tað, sum George W. Bush og umsitingin søgdu undan krígnum, men at tað, sum kongresslimir søgdu, skal við í frágreiðingina. Tað vil millum annað siga, at frágreiðingin fer at leggja dent á tað, sum Hillary Clinton segði tá, og tað verður uttan iva drigið fram í valstríðnum, skrivar Los Angeles Times.