6000 fólk vóru á ovastevnu

Seinasta samdøgrið hevur Nólsoy verið karmur um væl vitjaða ovastevnu. Ein rúgva av fólki var á stevnuni, sum m.a. bjóðaði ítrótt, tónleik, kabarett og felagssang.

Ternan flutti um 3.000 fólk til Nólsoyar, men hesi svumu úr Havn til Nólsoyar (Myndirnar tók Evy Toftegaard Nielsen)

– Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygardagin á miðdegi, og tá ið hon loysti úr Nólsoy kl 5:30 sunnumorgunin, kundi skiparin staðfesta, at Ternan hevði flutt fleiri enn 3.000 stevnugestir til Nólsoyar. Eisini vóru met nógvir bátar við bryggju í Nólsoy leygardagin, so samlaða talið av gestum á ovastevnu hevur verið gott 6.000, hetta er mesta talið av stevnugestum í nógv ár.

 

Tað sigur Ann-Mari av Skarði, høvuðsfyrireikari av ovastevnuni.

 

– 6000 fólk er eisini rættiliga nógv, tá hugsað verður um at tað einans búgva 220 fólk í Nólsoy. Men alt hevur gingið upp á stás, tí bygdafólkið hevur lagt nógv fyri, at taka ímóti stevnugestum. Øll tilbúgvingin var eisini klár, um okkurt skuldi hent, sigur hon.

 

##med2##

 

Fyriskiparnir siga, at stevnan hevur gingið sera væl.

 

– Hýrurin var góður í Nólsoy, eisini hóast tað hevði hug at sirma ein løtu leygarkvøldið. Fólk funnu saman í tjaldinum á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju, sigur Ann-Mari av Skarði, høvuðsfyrireikari.

 

Fyriskiparnirnir vilja takka øllum, ið vóru við at seta góðan dám á stevnuna og gleða seg at bjóða aftur á ovastevnu í Nólsoy 12.-14. august í 2022.

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Ternan flutti um 3.000 fólk til Nólsoyar, men hesi svumu úr Havn til Nólsoyar (Myndirnar tók Evy Toftegaard Nielsen)