6000 prógv eru útskrivað

Í kvøld verður útsetta kvøldsetan á Kambsdali

Inntil í 1974 var neyðugt hjá øllum, sum fóru undir miðnámsútbúgving, at flyta til Havnar at ganga í skúla. Hetta árið, í 1974, varð farið undir HF í Suðuroy og í Klaksvík.

 

Fyri 40 árum síðani, um hesa tíðina í 1982, var fyri fyrstu ferð møguleiki fyri at søkja inn á studentaskúlan, sum tað tá varð farið undir við Gøtugjógv. Har helt Eysturoyar Studentaskúli og HF skeið til inntil í 1993. Tá varð flutt inn á Kambsdal, har nýggjur skúli varð bygdur fast í handilsskúlan, sum varð tikin í nýtslu í 1990, eftir at dagskúlin fyrsta árið hevði húsast í leigaðum hølum í Fuglafirði.

 

Síðani 2015 hevur Miðnámi á Kambsdali verið ein stovnur, og aftrat skúlanum er Klaksvíkar HF skeið.

 

At hesir skúlarnir av álvara hava gjørt mun sæst aftur í, hvussu nógv prógv eru útskrivað. Samlaða talið av prógvum er 5939 – HF prógv, FHS prógv, HH prógv og studentsprógv. Og so eru tey heilt nógv, sum hava lokið eina og fleiri lærugreinar og tey, sum hava lokið merkonom- og akademistakgreinaprógv.

 

Í kvøld klokkan 19 verður kvøldseta, har tað verður kunnað um møguleikarnar at søkja um at taka miðnámsprógv á Kambsdali, og tað verður eisini opið hús á HF skeiðnum í Klaksvík. Umframt kunning um útbúgvingarnar verður á Kambsdali sangur og tónleikur og næmingaframløgur.

 

Ætlanin var, at kvøldsetan skuldi vera í síðstu viku, men tá varð hon útsett av serligari orsøk.