6000 tímar við vakmyndaupptøkum

6000 tímar við vakmyndaupptøkum hava enn ikki loyst gátuna um horvnu norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen.

Í royndini at loysa gátuna um horvnu norsku ríkmanskonuna, nú 69 ára gomlu Anne-Elisabeth Hagen, eigur løgreglan heilar 6000 tímar við vakmyndaupptøkum. Løgreglan hevur nevniliga savnað saman upptøkur, sum svara til 255 dagar. Alt hetta er í royndini at jagstra teir ella tey, sum hugsandi hava rænt hina 69 ára gomlu.

 

Tað var hin 31. oktober í fjør, at Anne-Elisabeth Hagen hvarv úr heiminum hjá familjuni í Lørenskog í Noregi. Hon er gift miljarderinum, Tom Hagen, sum um morgunin og nakað út um middag henda dagin var til arbeiðis nakrar fáar kilometrar frá teirra bústaði.

 

Tveir persónar, sum vakmyndatól á arbeiðsplássinum hjá Tom Hagen sama morgun, sum kvinnan hvarv, hevur fingið upp á film, hava ongantíð givið seg til kennar, tó at løgreglan hevur almannakunngjørt filmsbrotini. Tankin er, at hesir møguliga hava hildið vakt við arbeiðsplássið hjá manninum, meðan Anne-Elisabeth Hagen varð rænd.

 

Men, tað veit eingin.

 

Í kvøld sigur kanningarleiðarin hjá løgregluni, Tommy Brøske, við VG, at hvørki familja, advokatur hjá familjuni ella løgregla hava fingið nakað lívsprógv frá møguligum ránarum um, at Anne-Elisabeth Hagen er á lívi. Hetta hóast familjan hevur sagt seg vilja samráðast, um tey fyrst fáa vissu fyri, at konan er á lívi.

 

Seinast, samband var við møguligu ránararnar, var beint eftir, at advokaturin hjá familjuni, Svein Holden, helt ein tíðindafund hin 24. januar í ár, har hann eggjaði møguligu ránarunum at samskifta á einum betri egnaðum samskiftispalli.

 

- Men, vit hava hvørki fingið lívsprógv, og ei heldur hevur nakað samband verið við møguligu ránararnar eftir hetta, váttar Tommy Brøske yvirfyri VG í kvøld. Hann endurtekur, at løgreglan kannar málið breitt, sum hann fleiri ferðir hevur sagt áður, men framhaldandi er tað høvuðstilgitingin hjá løgregluni, at Anne-Elisabeth Hagen er rænd.

 

Tá maður hennara, Tom Hagen, kom heim tíðliga seinnapartin henda dagin, var konan horvin, og inni í heiminum lá eitt skriv um loysigjald á nógvar miljónir saman við einari hóttan um møguligar avleiðingar.

 

Í skrivinum varð hótt við, at tað fór at kosta kvinnuni lívið, um familjan blandaði løgregluna upp í málið. Tí arbeiddi løgreglan eisini í loyndum við í málinum í fleiri vikur, og hetta var fyri løgregluna ein ógvuliga trupul uppgáva.

 

Men, stutt eftir, at miljarderurin kom heim til tómt hús henda dagin og fann kravið um loysigjald við nevndu hóttan, boðaði hann kortini løgregluni frá, at konan var horvin. Hetta gjørdi hann minni enn ein tíma eftir, at hann var komin heim og hevði funnið skrivið.