6,1 milliónir meiri til Klaksvíkar

Skattainntøkurnar á Viðareiði og Húsum eru lutfalsliga vaksnar rættuliga nógv

Samantalt fyri allar seks kommunurnar í Norðoyggjum royndist 2013 væl í skattainntøku. Í alt fingu kommunurnar stívliga 6,7 milliónir meiri inn í skatti í 2013, enn tær fingu í 2012.

Inntøkurnar at skatta av í Klaksvíkar kommunu vóru i fjør hægri, enn tær vóru í fyrraárið, og tað bar meiri kommunuskatt við sær. 6.106.609 krónur fleiri enn í 2012 runnu í 2013 niður í felags kassan hjá klaksvíkingum. Tað svarar til ein vøkstur í kommunuskattinum upp á 4,22 prosent. Fyribilsskattainntøkan hjá Klaksvíkar kommunu var í 2013 150.861.165 krónur.

Skattaprosentið í Klaksvík var bæði í 2012 og 2013 21,75.

Í Húsa kommunu og Viðareiðis kommunum var talan um lutfalsliga stóran vøkstur í skattainntøkunum í fjør, tá ið sammett verður við í fyrraárið.

Í Húsa kommunu, sum umframt Húsar fevnir um Syðradal, vaks skattaintøan 25,63 prosent ella 299.875 krónur. Fyribilsskattainntøkan var í fjør 1.469.673 krónur. Skattaprosentið í Húsa kommunu var bæði í 2012 og 2013 20,0.

Í Viðareiðis kommunu var skattaprosentið í 2013 hægri, enn tað var í 2012 – ávikavíst 22,5 og 21,2.

Skattainntøkan á Viðareiði í fjør var 1.214.438 krónur hægri, enn hon var í fyrraárið. Samlaða skattainntøkan í fjør var 9.065.612 krónur. Ein partur av meirinntøkuni stavar frá, at skattaprosentið varð hækkað, men einlutfalsliga størri partur stavar frá, at inntøkurnar at skatta av á Viðareiði vóru hægri í fjør, enn tær vóru í fyrraárið.

Í trimum kommunum í Norðoyggjum vóru skattainntøkurnar lægri í fjør, enn tær vóru í fyrraárið. Lutfalsliga størsta afturgongdin var í Hvannasunds kommunu, har skattainntøkan í fjør var 6,64 prosent lægri, enn hon var í fyrraárið. Skattainntøkan var 10.571.570 krónur, sum var 751.558 krónur lægri enn undanfarna ár.

Tá ið 2012 varð sammett við 2011 var talan um stóran inntøkuvøkstur í Hvannasunds kommunu. Í fjør tykjast inntøkurnar aftur at vera á støðinum, sum tær vóru í 2011. Bæði í 2012 og 2013 var skattaprosentið 20,5 í Hvannasunds kommunu.

Eisini í Kunoyar og Fugloygar kommunum var skattainntøkan í 2013 lægri, enn hon var í 2012. Í báðum kommunum var skattaprosentið óbroytt. Í Kunoy er tað 18,0, og í Fugloy er tað 16,0.

Skattainntøkan í Kunoyar kommunu var 3.371.107 krónur. Minniinntøkan var 92.611 krónur ella 2,67 prosent.

Í Fugloyar kommunu var fyribilsskattainntøkan 1.258.979 krónur. Minniinntøkan var 73.972 krónur ella 5,55 prosent.